Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So endaðu grindabitarnir á døgurðaborðinum

Danial Viðoy

Á middegi í gjár varð grindin dripin, í gjárkvøldið varð hon skorin upp, seinni varð hon riggað til í kjallarum og garagum og í kvøld endaðu fekst spik og tvøst í pottinum til gagns fyri góman.

Á middegi í gjár varð grindin dripin, í gjárkvøldið varð hon skorin upp, seinni varð hon riggað til í kjallarum og garagum og í kvøld endaðu fekst spik og tvøst í pottinum til gagns fyri góman.

Endamálið er rokkið tá ið grindabitin er komin á døgurðaborðið, og tá ið tann seinast bitin er svølgdur. Ein góð metta.

Tað munnu verða fleiri onnur húski í dag, sum hava fingið smakk av grindini. Undirritaði veit eisini at eitt eldrabýli hava fingið gagn av grindini, sum legði beinini í gjár.

Við hesum myndunum endar Norðlýsið grindalýsingina av Hvannasundsgrindini á hesum sinni. Tað kann vera at myndir vera at síggja aftur, men helst í minni muni enn hesaferð. Kanska tað skapti meira øsing enn gott er.

Vælgagnist!