Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mongum brestur ætlan..

Oliver Joensen

 Leygardagurin 2. juli. Arbeiðistoymið, sum hendan dagin hevur sett sær fyri at rætta eina hjálpandi hond har eysturi, stendur frammanfyri Skúvadalshúsið á “taktikkfundi”.

Í dag skal seinasti dagurin vera áðrenn summarfrítíðina. Í dag skulu vit fáa alt liðugt uttanfyri, soleiðis at vit við røttum kunnu líta á, at húsið er tætt, megnar at standa ímóti øllum stormum, er málað og økið uttanfyri er ruddað. – So er ætlanin at vit steðga fyri fyrst í summar og fara at savna okkurt toymið seinni í heyst at gera liðugt innan.

Men mongum brestur ætlan. Hetta bleiv ein av teim bestu døgunum har eysturi. Sólin bakaði allan dagin, Kristian Eli Sachariassen, býráðslimur var við eystur við grill og fínari matgerð. Vit fingu ein døgurða, sum hóskaði fínaru hotellunum hendan dagin. Men liðug blivu vit ikki – kanska tíbetur. Eyðvitað er, at um vit endaliga blivu liðug, so høvdu fleiri okkara fingið “abstinensir” av ikki at sleppa eystur aftur.

Tað gekk væl, sera væl. á myndunum sæst, at kvinnur og menn mála húsið, menn og kvinnur trilla eisini grót oman, at steinseta túnið við. Grasfræ verður sátt og harafturat verður gjøtað. Gjørt verður rundan um vindeygu og eisini panelið, ið skal halda húsini frí fyri fugt, bleiv sett upp og mangt mangt annað.

Ætlanin var eisini at alt sum skuldi flúgvast heim, sum ikki bleiv brúkt longur skuldi pakkast niður, klárt hjá tyrluni at taka.

Men heilt so langt bleiv ikki rokkið. Menn fóru eystur aftur mánadagin eftir og fingu tað mesta gjørt, sum restaði í setninginum sum lagdur var 2. juli. Men tey rukku heldur ikki heilt øllum, og tí kann roknast við nýggjum boðum ein av fyrstu døgunum. Árni Skaale boðar frá á facebook, so hyggið inn har av og á.