Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fantastiskur róður hjá 10-mannaførunum

Jákup Ósá

Drekin Reyði vann sín fyrsta sigur í ár hjá 10-mannaførunum. 

Tað var fantastisk kapping hjá 10-mannaførunum á Vestanstevnu í Sørvági í dag. Fýra bátar vóru við og allir gjørdu seg galdandi í tíðunum. Drekin Reyði var á odda størsta partin av róðrinum, men allir hinir bátarnir vóru allatíðina nær við. Á málinum var aftasti báturin ikki meir enn hálva bátslongd aftanfyri vinnandi bátin. Ein sera spennandi róður.