Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hóast vit altíð vóru við tá kúgvin fór til tarvs – so trúðu vit fult og fast upp á storkin

Bjørn Kalsø, bóndi

Vit flotaðu í hylinum, fangaðu og fiskaðu síl í Gjónni, krabbar og annað í fjøruni, spældu við horn, spældu krógva og blundta, fóra, skipanøvn , sparkaðu bólt. Vit bygdu stórar hyljar bæði ovarlaga og niðarlaga í Gjónni, bygdu flakar at rógva á, gingu langar túrar í Haganum, vóru á seiðabergi, settu reyðfiskalínu, telgdu bátar og bukaðu turran seið afturvið í onkrum kjallara, vit sletaðu, gjørdu kavamenn, brendu snjókelling, gjørdu kavahús, gróvu langar kavatunnlar, lupu skalv og mangt mangt annað.

Hóast vit altíð vóru við, tá kúgvin fór til tarvs, – so trúðu vit fult og fast upp á storkin.

Røðan, sum Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali og løgtingsmaður helt í sambandi við 200 ára haldið leygardagin 9. juli.:

Góðu Syðradalsfólk og øll, sum eru komin til Syðradals at halda 200 ára dagin saman við okkum.

Fyrst fari eg at ynskja bygdini og okkum øllum hjartaliga til lukku við 200 ára degnum – hjartaliga væl komin øll somul og takk fyri, at tit eru møtt so fjøllment.

Blankskála var elligomul bygd.

Sólargangurin var góður, kornið vaks væl, lætt var at søkja sjógvin og hóast torvheiðarnir vóru suðuri á Vík hinumegin Leirvíksfjørð, og rógvast mátti eftir torvi, so bar Blankskála orð fyri at vera liviligt pláss, – fólkið varð eisini tiltikið rakst – helst av nógva og feita seiðinum á Galvinum, toskinum norðanfyri og nógvu d-vitaminunum frá sólini.

Men ein várdag í apríl 1809 leyp skalvur.

Tíbetur stóst eingin fólkaskaði – ein hundur hvarv og úthús fórust. Men hendingin loypti slíkan ótta á fólk, at tey treyðugt, men kortini skjótt gjørdu av at ríma, og flyta bygdina til Syðradals.

Símun Hansen, skrivar í Tey Byggja Land, at: “Fýra hús vóru tá á Blankskála, og fýra verða bygd uppaftur á Syðradali tey sjey fylgjandi árini, til nýggja bygdin stendur liðug á sumri í 1816, táið endalig virðismeting verður gjørd.”…… – “og verður nýggja bygdin mett at kosta 1905 kr. Herfrá skulu takast 1082 kr., sum Rentukamarið lat í studningi, so útreiðslurnar av at byggja eina bygd við 4 húsum vóru 823 kr.”

Við í virðismetingini vóru tey fýra húsini, fjós, hjallar, neyst, torvhús, onnur úthús og velti bøurin.

Liviligt hevur eisini verið á Syðradal. Fólkatalið vaks, og tilsamans 10 hús komu afturat upprunahúsunum. Í dag eru 13 hús í bygdini.

Livilíkindini broyttust so við og við, frá landbúnaði til útróður og fiskiskap við sluppunum og seinni størri skipum. Eitt nú hoyrdu sluppirnar Bjørgvin og Gudrun til her.

Fiskur varð eisini arbeiddur niðri á Bakka, har tvey ráðfiskahús framvegis standa.

Fyrst eg minnist búðu fólk í 8 húsum. Á leið 16 fólk sunnanfyri Geilina, um 16 heimanfyri og 3 á Bakkanum. Uml. 35 í alt.

Í fjósinum hjá okkum stóðu 6 kýr, í kjallaranum inni í Húsi ein kúgv og uppi hjá Petur Juul tvær. Harumframt vóru kálvar, hønir, dunnur og gæs í fleiri húsum. – Tarvurin var á Húsum, – og var tað ein serlig uppliving at fara við kúnni til tarvs.

Elektrisitet var í 10 húsum, WC í 5, telifon í trimum, oljufýr í einum og eingin frystiboks.

Sami lærari var á Syðradali og Húsum. Vit gingu í skúla aðru hvørja viku fyrstu trý árini. Frá fjóra til sjeynda flokk varð farið til Húsar í skúla, vikuna lærarin var har, og húsabørn komu suður, tá lærarin var her.

Hetta gjørdi, at børnini í báðum bygdunum kenndust og spældu saman. Tey vaksnu í bygdunum báðum stóðu eisini saman um okkurt var áfatt, og gingu á fjall, hvør hjá øðrum. Farið varð ikki á fjall á Syðradali og Húsum sama dag.

Tá vóru fólk í so at siga, hvørjum húsi ávísar tíðir á árinum, – og tað legðist eisini til við gestum í húsunum, har fólk búðu.

Nógv lív var í bygdini í summarfrítíðini, um heystið og um høgtíðirnar.

Sjálvt um børnini arbeiddu nógv saman við teimum vaksnu, so gekk spælið í bygdini listiliga.

Vit flotaðu í hylinum, fangaðu og fiskaðu síl í Gjónni, krabbar og annað í fjøruni, spældu við horn, spældu krógva og blunda, fóra, skipanøvn , sparkaðu bólt. Vit bygdu stórar hyljar bæði ovarlaga og niðarlaga í Gjónni, bygdu flakar at rógva á, gingu langar túrar í Haganum, vóru á seiðabergi, settu reyðfiskalínu, telgdu bátar og bukaðu turran seið afturvið í onkrum kjallara, vit sletaðu, gjørdu kavamenn, brendu snjókelling, gjørdu kavahús, gróvu langar kavatunnlar, lupu skalv og mangt mangt annað.

Eg kann leggja afturat, at eitt sum eyðkendi spælið var, at vaksin og børn ofta spældu saman – hetta gav spælinum nakað heilt serligt!

Sama var galdandi, tá tey vaksnu hugnaðu sær. Tá sluppu børnini við. Til dømis, tá gávuseyður var flettur, – ein elligamal siður í bygdini, – og tá dansað varð.

Einastu vandarnir vóru, at ikki mátti farast oman á Bakkan uttan onkur visti av, – og smærru børnini máttu ikki fara í Gjónna.

Men øll bygdin ansaði børninum. Á Bakkanum loftaði Elsuba Sofíða og Ingeborg og Gerda syrgdu fyri, at eingin endaði í Gjónni.

Okkurt var tó betur óðgjørt, sum vit fingust við. M.a. sprongdu vit onkuntíð bæði við perlum og dynamiti. Men dynamitkassin stóð í kjallaranum uppi hjá Petur Juul, – og fyri at fáa hendur á spreingievni mátti farast við snildum. Og besta høvið at nápa dynamit, var sunnudagar, tá lestur varð lisin uppiá.

Sjálvt um vit vóru snild og altíð vóru við, tá kúgvin fór til tarvs, so trúvu vit fult og fast upp á storkin!

Tað gav at býta, tá Borghild var borin í heim í 1971. Hon er seinasta barnið, sum er føtt í bygdini.

Tá lógu allir dreingirnir á roykstovutakinum har Uppi hjá Malvinus og bíðaðu til storkurin fór at koma. Vit sóu, at Constanca, ommu mín, ið var jarðamóðir, kom norður gjógnum túnið við taskuni og fór inn í húsini niðanfyri.

Løtu seinni var barnagrátur at hoyra, men vit høvdu onga stork sæð.

Sjálvt Jóa, ið er nógv eldri enn eg, túði upp á storkin.

Framstigini í bygdini hava verið mong.

Kaiin, sum í fleiri umførum er og longd, – og stoypti bátadrátturin vóru partur av lívsgrundarlagnum, so hvørt tíðirnar broyttust, og útróðurin við maskinbátum øktist.

Maskindrivið bátaspæl kom í 1961. Frammanundan vóru bátarnir drignir við handamegi og gonguspælinum omanfyri neystini.

Rennistrongurin kom í 1965. Frammanundan varð alt ein hevði fyri neyðini borið niðan. Og tá var skomm at koma við ongum á bakinum niðan av Bakka!

Christian Danielsen í Hoygarðinum tendraði elektrisitetið í 1966. Hann var elsti maður í bygdini tá.

Erik Eliasen var undangongumaður við fyrsta bilinum í 1973, og fyrsta sjónvarpinum í oynni í 1980. Men við konufólki gekk verri hjá honum – hildu vit! – tí øll oyggin mundi vera tikin á bóli, tá hann mitt í 80-unum fór at fjasast við Paulinu. Og eiga tey bæði og børnini stóran heiður fyri, at bygdin hevur verið mannað, ruddulig og væl hildin í aðrar mátar.

Koyrivegur kom oman á lendingina mitt í 90-unum og ferjulegan, sum kolvelti ferða sambandið í oynna, varð tikin í brúk í 2005. Tá fór Sam at sigla fyri Barrskor.

Eg nevndi skalvalopið, ið fekk fólki at flyta í 1809.

Vit kunnu í mynda talu siga, at síðan tá er ein ósjónligur skalvur lopin í øllum útjaðarum í okkara parti av heiminum. Fólk eru við tíðini flutt av bygdunum í býirnar.

Broytta arbeiðsmynstrið og kravið um at útbúgva seg, hava viðvirka til fráflytingina úr bygdunum.

Á Syðradali byrjaði skeiva gongdin av álavra í seinnu helvt av fimti-árunum og í sekstiárunum. Tá fóru menn at sigla alt árið við størri skipum, og tað var meira vanligt, at konufólkini fóru at arbeiða úti. Reiður peningur gjørdist í nógv størri mun avgerandi partur av gerandisdegnum, og krøvini til skúlagongdina hjá børnunum eru bara vaksin.

Fólkatalið minkaði støðugt, og onkuntíð hevur vandi verið fyri, at bygdin fór at gerast manntóm.

Men hon hevur hórað undan, og vónandi fer hon aftur at vaksa!

Tað er ilt at spáa um framtíðina. Men vit kunnu hava góðar vónir. Tí í tíðarrákinum er ein hugburðsbroyting at hóma. Ein hugbur, ið setur friðin, vakurleikan, sagnirnar, søgurnar, tað gamla og møguleikarnar at njóta og gagnnýta náttúruna og tilfeingið á bygd í hásætið.

Hetta kann, um rætt verður farið fram, vera við til at leggja lunnar undir nýggjar vinnumøgulleikar, – eitt nú í ferðavinnuhøpi, – sum kunnu styrkja lívsgrundarlagið, og harvið betra møguleikar hjá bygdini aftur at fjølgast.

Spírar frá hesum virksemi síggjast í øðrum bygdum. Og fyritreytirnar her eru góðar við góða ferðasambandinum, javna streyminum av ferðafólki í oynna og vøkru bygdini við serstøku søguni.

Eg fari at enda við at takka øllum, sum hava viðvirka til at gera stóra hátíðarhaldið møguligt, og ynskja øllum ein framhaldandi góðan føðingardag.

Takk fyri!

Bjørn Kalsø, bóndi

Harleywoodpaint