Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal forkemur hugsjónini um uppboðssøluna

John William Joensen

So avgjørdur er Johan Dahl, fyrrverandi Vinnumálaráðharri, sum var og er ein íðin fortalari fyri uppboðssølu av fiskatilfeinginum. Sølan í dag var ein óbrúkilig fiasko og sama skilið verður á søluni hósdagin. Arbeiðshátturin hjá Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum hóttur nú við at koyra alla hugsjónina um eina uppboðssølu fyri bakka, sigur Jóhan Dahl

– Mátin sum samgongan hevur sett sær fyri at brúka, útihýsir útlendingum og tí er tað í veruleikanum einans nakrir fáir føroyskir stórreiðarar, sum avgera hvør fær fiskin.

Hetta er ein sorgarleikur, tí tað hevði borið til at fingið útlendingar inn í samstarvi við føroyingar, fyri at fingið eina veruliga kapping um fiska tilfeingið. Tað eru nakrir fáir føroyskir stórreiðarar, sum eiga í flest øllum skipum, og teir stýra fullkomiliga tí, sum gongur fyri seg í løtuni.

Hettar er ein vanlukka fyri okkum, sum veruliga hava sæð møguleikar í eini skipan við uppboðssølu. Tað sum gongur fyri seg í løtuni er ein vanlukka og avleiðingin er at øll hugsjónin um eina nýggja skipan við uppboðssølu fer fyri bakka, sigur Johan Dahl í stuttari viðmerking í kvøld.