Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri broytingar hjá StÍF

Jákup Ósá

Alexandur Johansen, formaður í StÍF, sigur, at felagið fær nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið.

Alexandur Johansen, formaður í StÍF, sigur, at felagið fær nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið.

StÍF hjá monnum endaði í fjør nummar 5 av 7 liðum. Til komandi kappingarár vera nakrar broytingar, sigur Alexandur Johansen, sum er formaður í felagnum.

– Vit fáa ein nýggjan danskan venjara, sum eisini kemur at hava ein leiklut í ungdómsvenjingini. Í hópinum missa vit báðar teir grønlendsku leikararnar, sum eru farnir aftur til Grønland í víðari lestri. Til felagið kemur ein nýggjur danskur málverji og annars verður tað nærum sami hópur, hóast onkur leikari er ivasamur í løtuni, sigur Alexandur Johansen.

Hjá kvinnuliðnum hjá StÍF fær felagið tilgongd. Ninna Katrin Johansen kemur aftur í hópin og annars verður hópurin nærum tann sami. Enn er óvist, hvør verður venjari hjá kvinnuliðnum, sigur Alexandur Johnsen við Norðlýsið.