Tíðindaskriv – Uttanríkis og vinnumálaráðið: Poul Michelsen hevur umrøtt EFTA limaskap við Liktinstein.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, var í gjár í Liktinstein, har hann hitti Aureliu Frick, uttanríkisráðharra í Liktinstein.
Partarnir umrøddu føroysku ynskini um møguligan limaskap í EFTA.
Fundurin er liður í eini tilgongd, har landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur hitt starvsfelagar sínar í EFTA londunum og greitt teimum nærri frá ynskjunum hjá landsstýrinum um samráðingar um møguligan EFTA limaskap.




