Uppboðsølan, skuldi ikki bert verða ein háttur at fáa fleiri pengar til landskassan, men høvuðsendamálið var at nýggir aktørar skuldu sleppa framat og ”… bert feløg, sum hava føroyskar eigarar, eru skrásett í Føroyum, rinda skatt í Føroyum og sum rinda manningini hýru sambært føroyskum sáttmála, kunnu bjóða seg fram í føroyskar fiskiveiði….” (Sitat: Samgonguskjali)

At royndar uppboðssølan er eitt álvarsamt afturstig fyri tey sum hava tala fyri eini uppboðssølu, er púra greitt.
Tað einasta, sum hevur gingið sum ætlað er at landið hevur fingið pengar inn fyri sølu av tilfeinginum, men tað hevði landið eisini fingið við tilfeingisgjaldi.
Men at eingin nýggjur aktørur hevur víst seg at nærkast uppboðssøluni, var púra greitt framman undan, hóast landsstýrið hevur tvíhildið um tað øvugta. Ein kann bara spyrja seg sjálvan, hvør hevur umstøður og hvør eigur pengar at bjóða við ella fær fígging frá føroysku peninga stovunum – sjálvandi verandi aktørar, har nakrir eiga nógvar pengar, og aðrir eru tætt knýtir at fígging framan undan frá føroysku peningastovnunum.
Harafturat vísir tað seg nú at royndar uppboðssølan gongur beint ímóti høvuðsendamálinum við proklameraða fiskivinnupolitikkin hjá landsstýrinum. Meginparturin av tí, sum er selt á royndar uppboðssøluni er keypt av feløgum við útlendskum samstarvspartnarum. Einans trí feløg, sum hava tikið lut í royndar uppboðssøluni hava reint føroyskar eigarar.
– Landsstýrismaðurin segði sjálvur í KVF beint eftir at fyrsta sølan hevði verið, at hann visti ikki hvat hann hevði væntað og visti heldur ikki hvat hann kundi vantað.
Hetta var ein sera løgin útsøgn, tí reiðarar og manningarfeløg hava fleiri ferðir roynt at greitt landsstýrinum frá hvat fór at henda á eini uppboðssølu og alt sum teir hava sagt hevur víst seg at halda nú sølurnar eru gjørdar.
Var talan um eina sterka politiska leiðslu, so hevði málið beinanvegin fingið politiskar avleiðingar, tí tað kann ikki góðtakast at hildið verður fram við at eksperimentera við føroysku høvuðusvinnuni.