Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur á Køtlum

Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum

Í øldir hevur várting verið hildið í Køtlum, sum er miðstaðurin í Norðoyggjum, og her vóru, millum annað, lokalar trætur avgjørdar. Í 1600 talinum var vártingið flutt inn í Vág, nú Klaksvík, og síðani hevur forni tingstaðurin í Køtlum staðið sum ein varði yvir farna tíð.

Nú vil Unga Tjóðveldið í Norðuroyggjum aftur savna fólk uppi í Køtlum. Hesaferð vera ongar trætur avgjørdar á tingstaðnum, men vit hava ein boðskap, sum vit halda vera viðkomandi fyri norðoyingar og aðrar føroyingar.

Leygardagin 23. julimøtast vit við vatnbrunnarnar uppiyvir Ánunum, og fara kl. 13.00 til gongu niðaná Áarskarð. Haðani ganga vit víðari norð á Katlarnar.

Tey sum ikki hætta sær uppum Áarskarð, kunnu fara styttru leiðina frá Árnafirði. Kl 14.00 byrja vit at ganga í millum Árnafjarðar og Hvannasundstunnlarnar, og ganga haðani niðan á Katlarnar.

Fyri at sleppa undan fersluruðuleika í tunlunum norður um Fjall, hittast vit á vendiplássinum vestarumegin Árnafjarðartunnilin, og fylla bilarnar har, og koyra so saman ígjøgnum tunnilin.

Fundurin verður settur kl. 15.00.

Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum