Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins tak

Tóki H. Niclasen

Á Ólavsøku, undir steypahandani, fer Róðrarsambandið at heiðra einari eldsál. At viðurkenna tíð, orku og alskin, ið verður lagdur í okkara tjóðarítrótt – vit nevna tað ársins tak. Freistin til at senda inn er 26. juli.

Á Ólavsøku verða ársins FM vinnarar kosnir. Hetta er endabresturin og hápunktið. Tað er løtan, ið manningarnar hava vant og strembað ímóti – at standa ovast á sigurspallinum og fáa viðurkenning fyri ørgrynnu av tímun í báti og innandura, viðurkenning fyri at felagstøkini hava borið á mál. Ferðin, ið fyri nógv, byrjar fyrst í árinum, er long. Hjá onkrum er avbjóðingin størri, hjá øðrum minni.

Felagsnevnarin fyri manningar og feløg er, at man hevur eldsálir, har ið hugurin og alskurin til tjóðarítróttina og felagið drívur verkið.

Róðrarsamband Føroya vil heiðra hesar eldsálir, geva teimun viðurkenning. Á Ólavsøku, undir steypahandani, fer Róðrarsambandið at heiðra einari eldsál. At viðurkenna tíð, orku og alskin, ið verður lagdur í okkara tjóðarítrótt – vit nevna tað ársins tak. Freistin til at senda inn er 26. juli.

Hevur tú eitt uppskot um eina eldsál, ið hevur verið kappróðri at frama, ert tú vælkomin at senda tað til rsf@olivant.fo, viðmerk Ársins tak.

Vinarliga Tóki H. Niclasen

Formaður í Róðrarsamband Føroya