Tíðindaskriv – Neistin: Í gjár var lutakast, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í Evropeisku kappingunum fyri lið.
Einasta føroyska liðið, sum hevur meldað til eru greipuvinnararnir hjá kvinnum, Neistin.
Tær skulu í fyrsta umfari møta rumenska liðnum CSM Ploiesti. Liðið endaði í fjør sum nr 6 í rumensku kappingini.
Dystirnir verða spældir vikuskiftið 10/11 september og 17/18 september. Fyrireikingarnar eru nú farnar í gongd, og ætlanin er at fáa annan dystin heima.
Evropacup dystirnir verða samstundis fyrsta avbjóðingin hjá nýggja brasilska venjaranum hjá Neistakvinnum, Danilo Gagliardi




