Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-ÍF: Upptakt

Jákup Ósá

Bæði liðini eru nærum fullmannað til dagsins dyst.

Bæði liðini eru nærum fullmannaðtil dagsins dyst.

Seinnapartin fer Effodeildin í gongdaftur. KÍ er oddalið og skal á heimavølli spæla móti ÍF. KÍspælir uttan Atla Danielsen og Mayowa Alli, sum báðir eru skaddir. Felags fyri teir báðar er, at skaðar hava darvað nógv í ár. Hinvegin er Jákup B. Andreasen tøkur aftur eftir at hann fór útvið skaða móti AB í seinasta dystinum. Allir aðrir eru tøkir hjá KÍ av teimum, sum regluliga hava verið í hópinum.Hjá ÍF er eisini nærum fullmannaður hópur at taka av. Hjá ÍFspæla bæði Elias Rasmussen og Ingi Sørensen væntandi sínar fyrstu dystirfyri felagið. Teir eru báðir komnir til felagið í summar og eruannars uppaldir hjá grannunum úr Víkingi.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00og dómari verður Ransin N. Djurhuus.   

Harleywoodpaint