Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fekk armarnar niður

Jákup Ósá

Dystarfrásøgn: KÍ spældi í dag ein vánaligan dyst og tapti fult uppiborið móti ÍF.

Dystarfrásøgn: KÍ spældi ein vánaligan dyst og tapti fult uppiborið móti ÍF.

Seinnapartin fór kappingin í Effodeildini í gongd aftur og KÍ skuldi royna at vinna sín 10. sigur á rað. Liðið var flúgvandi undan summarsteðginum, og nú var spurningurin, hvørja ávirkan summarsteðgurin hevur. Og sigast má, at KÍ liðið kom niður á jørðina, tí avrikið frá teimum bláu var millum tey vánaligastu í ár. Liðini í Effodeildini eru so mikið jøvn, at rakar eitt topplið sum KÍ ein ringan dag og mótstøðuliðið ein góðan dag, so tapir toppliðið. Og tað var tað sum hendi.

Í fyrra hálvleiki var talan um ein javnan dyst, men ein sat við kensluni av, at ÍF var liðið, sum fekk sítt spæl at flóta betri. ÍF spældi seg eisini til fleiri stórar møguleikar og bæði Kristian Joensen og Ahmed Mujdragic máttu bjarga í síðstu løtu fyri at forða ÍF at skora. Eitt ÍF mál lá í luftini og tað kom í 14. minutti, tá ÍF spældi seg sera væl ígjøgnum í vinstru síðu. KÍ fekk eina gávu frá nýggja ÍF málverjanum Elias Rasmussen, ið var ótryggur stóran part av dystinum, og Páll A. Klettskarð kundi skora til 1-1. 1-1 var hálvleiksstøðan, men hóast talan var um rímuliga javnan dyst, so átti ÍF munin í spæli og møguleikum.

MYNDIR FRÁ DYSTINUM

ÍF koyrdi tað trygt heim

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so kundi Kristoffur Jakobsen við langskoti skora móti sínum barndómsfelagi. Og løtu seinni økti Adeshina Lawal til 3-1 og tað málið tóktist punktera dystin. Adeshina Lawal fekk sítt hattrik, tá hann í 74. minutti skoraði til 4-1. Í yvirtíðini fekk KÍ minka um munin, tá Jákup B. Andreasen fekk minkað um munin til 4-2. Seinni hálvleikur var ongantíð spennandi, og ÍF hevði fult tamarhald á dystinum allan megin. KÍ hevði óvanliga trupult við at fáa sítt spæl at koyra, og av tí sama var trupult at skapa møguleikar.

Lawal var fantastiskur

Adeshina Lawal skoraði hattrik í dagsins dysti, og hóast nógvir ÍF leikarar spældu ein sera góðan dyst, so var Lawal í einum klassa fyri seg. So góður var hann, at fleiri KÍ viðhaldsfólk klappaðu fyri honum, tá hann bleiv útskiftur í yvirtíðini. Eitt er, at hann skoraði 3 mál, men hann var eisini vandamikil í øðrum støðum og serliga hansara skjótleiki gav KÍ verjuni stórar trupulleikar.

Vánaligur KÍ dagur

Á KÍ liðnum vóru nærum eingir glottar, nú liðið fekk ein nærum avsmurning á heimavølli og fyri fyrstu ferð í 11 ár tapti á heimavølli móti ÍF. Flestu leikararnir avrikaðu langt undir tað, sum vit sóu áðrenn summarsteðgin. Temjingarnar vóru mangan vánaligar, innleggini funnu sjáldan viðleikarar, tiltikna press spælið riggaði illa og annars vóru nógv persónlig mistøk, sum kanska eisini vóru ávirkað av, at hetta var fyrsti dysturin í ein mánaða. KÍ lat 4 mál inn og tað er fyrstu ferð síðani 3. umfar, at meir enn eitt mál fer ígjøgnum. Øll hini liðini í toppstríðnum vunnu sínar dystir, so talan var um ein vánaligan dag fyri KÍ. KÍ líktist í dag ikki tí liðnum, sum seinastu mongu umførini undan summarsteðginum skaffaði sær eina góða støðu. Og einari góðari støðu liggur KÍ framvegis á, men greitt er, at liðið hevur ikki ráð til nógv avrik sum tað í dag, um góðan støðan skal varðveitast. KÍ fekk eina áminning um, at eingin dystur er lættur og at neyðugt er sum oftast at avrika optimalt fyri at vinna sigrar.