Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppboðsølan flutti bara meira pengar til Havnar

John William Joensen

Stjórin á Hagstovu Føroya hevur verið íðin fortalari fyri uppboðsøluni, sum skuldi geva lættari og rættvísari atgongd til fiskivinnuna. Men nú somu fáu aktørar keyptu alt á uppboðsøluni er áhugavert at rógva aftur á tað, sum búskaparfrøðingurin hjá KVF og Tjóðveldi hevur skrivað seinastu árini á bloggi sínum

Stjórin á Hagstovu Føroya hevur verið íðin fortalari fyri uppboðsøluni, sum skuldi geva lættari og rættvísari atgongd til fiskivinnuna. Men nú somu fáu aktørar keyptu alt á uppboðsøluni er áhugavert at rógva aftur á tað, sum búskaparfrøðingurin hjá KVF og Tjóðveldi hevur skrivað seinastu árini á bloggi sínum

Brot úr hermannsstova.blogspot.com

”….Tað loysir heilt einfalt málið um atgongd til vinnuna upp á ein elegantan máta, sum tænir menningini av produktiviteti og sum tænir búskaparligu og politisku javnvágini í landinum…”

”…Altso – búskaparfrøðingarnir vilja bara hava eittans mál loyst við uppboðssøluni: tað er at skipa fyri lættari og meira rættvísari atgongd til fiskivinnuna. At ein av avleiðingunum so verður at nakrar ovurríkar familjur so ikki fáa meira – tað mugu vit bara liva við… Talan er snøgt sagt um borgararætt, um javnstøðu í samfelagnum…”

…Torbjørn Trondsen, professari: Meira effektivt og meira rættvíst

Lættari hjá nýkomnum at sleppa fram at og støðugt bjóða maktini hjá stóru reiðaríunum av

Effektivur máti hjá samfelagnum (eigaranum) at býta fiskirættindi

Góður máti at eggja til meira virðisøking og at taka tilfeingisrentu

Meira rættvíst: øll sleppa fram at og tilfeingisrentan kemur øllum til góða….”

”…. Føroyingar hava í áravís verið vanir við diskriminasjón og korrupsjón í umsitingini av vinnuligum rættindum – í fiskivinnuni, væl at merkja. Heilt fram til 1993 vóru tað politikarar, sum púra selektivt býtti hesi virðismiklu rættindini til úrvaldar borgarar. Rættin til fiskiskap í føroyskum sjógvi, eins væl og fremmandum, var tað landsstýrinum heimilað at umsita, uttan stórvagis regluverk og eftirlit.

Landsstýrið gjørdi haraftrat mannamun við sínum selektivu útlutingum av fíggjarligum virðum, sum íløgustudningum, rakstrarstudningum, studningslánum, veðhaldum og lagaligum fíggingarvánum annars……”

Nú royndar uppboðsølan hevur verið fóru ”teir somu, selektivu, útvaldu borgararnir…” avstað við øllum og Uppboðssølan hevur bert víst politisku skipanini hvussu meira pengar kunnu fáast frá frælsa vinnu- og veiðumanninum og vinnulívinum.

Nú alt tað, sum uppboðsølan skuldi reformera og broyta vísti seg ikki at halda, savnast gribbarnir um pengarnar, sum komu til høvuðstaðin, frá vinnuni úti um landi, serstakliga úr norðoyggjum.

Vælgagnist!