Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ langsíðan útseld

Jákup Ósá

Nú eru tveir nýggir bólkar latnir upp til KÍ viðhaldsfólkini.

Nú eru tveir nýggir bólkar latnir upp til KÍ viðhaldsfólkini.

Áhugin fyri steypafinaluni er stórur. Helst størri enn í nógv ár, um vit hyggja eftir søluni higartil, nú ein góður mánaði er til dysturin er. Í kvøld vóru 2107 atgongumerkir seld. Á langsíðuni hjá KÍ – sum tekur 1289 fólk – er nú útselt, og tí eru tveir nýggir bólkar latnir upp til KÍ viðhaldsfólk, sum eru aftanfyri málið beint við langsíðuna hjá KÍ, har Skansin plagar at halda til, tá føroyska landsliðið spælir. Er áhugin í Norðoyggjum stórur, so er hann ikki minni í Eystur Kommunu, sum í prosentparti av íbúgvum hevur keypt áleið eins nógv atgongumerkir sum KÍ.

Áskoðaratal sambært FaroeSoccer til finalurnar undanfarnu ár:

2015: NSÍ-Víkingur 0-3 3367 áskoðarar

2014: HB-Víkingur 0-1 2870 áskoðarar

2013: EB/Streymur-Víkingur 0-22884 áskoðarar

2012: EB/Streymur-Víkingur 3-32579 áskoðarar

2011: ÍF-EB/Streymur 0-3 2278 áskoðarar

2010: EB/Streymur-ÍF 1-0 2544 áskoðarar

Steypafinalan verður spæld 27. august og atgongumerkir kunnu keypast HER

Harleyfacadeacryl