Vørn hevur ikki heimild at nokta reiðaranum á Norðingi rætt at keypa kvotur á uppboðssølu, um viðkomandi lýkur treytirnar fyri at keypa, ið eru ásettar í kunngerð um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.
Treytirnar fyri at keypa, sambært grein 2 í kunngerð nr. 78 frá 29. juni 2016, eru, at eigarin skal hava fiskifar undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi. Afturat hesum hevur Vørn skyldu at tryggja, at keyparar seta nøktandi trygd fyri, at peningurin verður goldin.




