Nevið Reyða og Fípan Fagra livdu upp til høgu vónirnar, ið vóru settar til hesar manningarnar undan kappingarárinum.
Undan Norðoyastevnuni hevði Norðlýsið samrøðu við Magnus Norðberg, ið er venjari hjá KRF í ár. Har segði hann, at hann hevði best vónir fyri Nevinum Reyða og Fípuni Føgru við dreingjum. Og samstundis kundi kann lova, at felagið fór at vinna okkurt FM. Og væl var mett um. Tí júst hesir báðir bátarnir vunnu FM og enntá so sannførandi, at báðir eisini vunnu á ólavsøku hóast tað ikki var neyðugt fyri at vinna FM. Eisini í barnaróðrinum gekk væl, har Fípan Fagra við gentum vann á fýra stevnum í ár og eisini á ólavsøku.
Nú er so stóri spurningurin, um 10-mannafarið Klaksvíkingur verður mannaður til komandi ár og um tað enntá kanska vera tvey 10-mannafør mannaði úr Klaksvík. Tí søgurnar siga, at manningin á Klaksvíkingi undanfarnu ár ætlar at manna bátin, meðan tað eisini ljóðar, at ungu menninir umborð á Nevinum Reyða ætla at royna seg av í 10-mannaførunum, nú teir vunnu FM í stórum stíli hjá 8-mannaførunum. KRF eigur tvey 10-mannafør. Annað hevur bara verið brúkt í eitt ár, meðan hitt hevur verið brúkt í 7-8 ár.
Róðurin hjá 5-mannaførum kann síggjast HER
Róðurin hjá 8-mannaførum kann síggjast HER
Myndirnar eru frá ólavsøku og hevur Ísak Mikladal tikið tær.




