Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingið viðgerð ólavsøkurøðuna í dag og í morgin

Helgi Abrahamsen

Klokkan 10 í morgun fer løgtingið undir orðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans.

Klokkan 10 í morgun fer løgtingið undir orðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans.

Stýrisskipanarlógin ástur, at løgmaður á  ólavsøku skal greiða tinginum frá støðu landsins, og hvørjar ætlanir landsstýrið hevur. Við støði í hesi frágreiðing skal tingið innan 6 yrkadagar umrøða landsins støðu.

Viðgerðin byrjar við at framsøgufólkini fyri flokkarnar hava orðið (eftir floksstødd), og aftaná tey sleppur løgmaður framat mikrofonini. Síðani fáa onnur løgtingsfólk og landsstýrisfólk orðið, og tá er eingin føst raðfylgja.

Hetta er frystu ferð í tvey ár at løgmansrøðan verður viðgjørd í løgtinginum, tí í fjør útskrivaði táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, val á ólavsøku.