”Undanfarna samgonga bøtti um gongdina hjá landskassanum við 450 mió. krónum í grundrakstrinum.” Tað segði Bárður Nielsen, framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, undir viðgerðini av løgmansrøðuni í løgtinginum í morgun. Hann helt, at við hesum og góðu gongdini í samfelagnum annars, var samgongan komin til skorin klæði.
Bárður Nielsen eftirlýsti broytingarkósini, sum samgonguflokkarnir hava víst á, men sum hann tó ikki dugdi at síggja aftur í løgmansrøðuni.
Um stjórnarskipanarlógina segði formaður Sambandsfloksins, at hon hevði til endamáls at fáa loysingina gjøgnum bakdyrnar. ”Tað er óskiljandi at Javnaðarflokkurin gongur við til hetta – flokkurin sum undan valinum segði seg vera samríkisflokk,” segði hann.
Eisini viðgjørdi Bárður Nielsen marknaðaratgongdina, har hann helt at føroyingar kundu fingið nógv meira burturúr.
”EFTA-leiðin er ikki fyri Føroyar,” segði hann.




