”Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at skerja fiskidagarnar hjá húkaflotanum og trolbátunum so nógv næsta fiskiár, at tað verður ógjørligt at reka vinnuligan fiskiskap alt árið.”
”Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at skerja fiskidagarnar hjá húkaflotanum og trolbátunum so nógv næsta fiskiár, at tað verður ógjørligt at reka vinnuligan fiskiskap alt árið.” Tað sigur Kristian Martin Petersen, skrivari í Felagnum Línuskip.
Ein av grundgevingunum fyri skerjingini er, at línuskip fiska av toska- og hýsustovnunum, sum sigast at vera illa fyri.
”Tað er møguligt, at hesir gýtingarstovnarnir áður hava verið størri, men partrolararnir og lemmatrolararnir verða ikki skerdir yvirhøvur, hóast teir bæði í 2015 og higartil í 2016 hava fiskað á leið tað sama av toski við Føroyar, sum línuskipini. Tí er tann grundgevingin tikin úr leysum lofti,” sigur Kristian Martin Petersen.
Hava arbeitt í blindum
Felagið Línuskip heldur lítið um ætlanina hjá landsstýrismanninum um at núverandi fiskiár skal vera grundarlag undir útluting av eykadøgum næsta fiskiár.
”Harvið hava trolbátar og húkaflotin arbeitt í blindum í hesum fiskiárinum, tí ongin okkara visti, at brúktir dagar í ár vera grundarlag undir eykadøgum næsta ár,”sigur skrivarin.
”Almennu Føroyar hava áður sagt, at tað er ógvuliga ringur fyrisitingarsiður at lóggeva við afturvirkandi kraft. Men tað er júst tað, sum ætlanin er at gera,” sigur hann.
Limafundur í morgin
Feløgini hjá húkaflotanum og trolbátum skipar í morgin fyri limafundi, har spurningurin verður viðgjørdur um neyðug stig skulu takast fyri at gera vart við hendan trupulleikan.
”Teir fáu glottar, sum vit hóast alt hava sæð í fjør og í ár, verða nú tiknir burtur við einum ógrundaðum pennastroki,” sigur Kristian Martin Petersen. Hann hevur tí í dag sent eina soljóðandi kunngerð til loftbornu miðlarnar:
Limafundur í sambandi við ætlaða skerjing av fiskidøgum næsta fiskiár
Limafundur fyri allar limir í Felagnum Línuskip, Felagnum Trolbátar og Meginfelag Útróðrarmanna verður á Hotel Runavík mikudagin 3. august kl. 11.00. Á skránni verður nýkomna støðan um ætlaða skerjing í fiskidøgum viðgjørd. Eisini verður støða tikin til møgulig átøk hesum viðvíkjandi.
Lýsingin er undirskrivað av Felagnum Línuskip, Felagnum Trolbátar og Meginfelag Útróðrarmanna




