Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskotið um fiskidagar verður ein fyrimunur fyri fiskiflotan

Helgi Abrahamsen

Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, sum í juni mánaði segði við Norðlýsið, at tað ber ikki til at skerja fiskidagarnar hjá útróðrarbátunum sum eru í vinnu, er ikki so illa nøgdur við uppskotið

Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, sum í juni mánaði segði við Norðlýsið, at tað ber ikki til at skerja fiskidagarnar hjá útróðrarbátunum sum eru í vinnu, er ikki so illa nøgdur við uppskotið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum um fiskidagar fyri komandi ár.

Við Norðlýsið sigur tingmaðurin, at hann dugir ikki at síggja, at uppskotið sum liggur í løgtinginum fer at raka útróðrarbátarnar. Hann vísir á, at sum uppskotið er orðað, so fer onkur útróðrarbátur at fáa fleiri fiskidagar, um uppskotið verður samtykt.

”Uppskotið er eisini snikkað soleiðis saman, at um onkur er skeivt raktur av sjúku ella motorskaða ella líknandi, verður hædd tikið fyri tí. Hetta fara landsstýrismaðurin og vinnunevndin at hyggja nærri at,” sigur hann.

Verða ikki revsað fyri at hava fiskað í fremmandum sjógvi

Ein atfinning ímóti uppskotinum um fiskidagar hevur eisini verið, at línuskip sum hava fiskað í fremmandum sjógvi missa dagar.

”Tað er óheppið um tey verða revsað fyri henda fiskiskapin, men tey hava eisini fingið í inniverandi árið 1000 tons av botnfiski í Grønlandi, og í íslendskum sjógvi er størri partur av kvotuni nú toskur. Umframt hetta ger loyvið á Flemish Cap sera góðan mun,” sigur Jónleif Johannesen.

Hann vísir eisini á, at landsstýrismaðurin hevur lovað at leggja doyðin á í komandi ári at fáa økt um hesar kvotur línuflotanum at frama.

”So alt í alt, meti eg at hóast skerðingin rakar, so er grundarlagið fyri línuflotanum til at liva við, tá hugsað verður um møguleikarnar á fjarleiðum,” sigur Jónleif Johannesen.

”Uppskotið fer at gera tað nógv lættari at virka hjá línuflotanum,” sigur hann.