Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarið er als ikki liðugt enn

Hanus Kjølbro

Keðiliga veðrið, vit hava havt seinastu dagarnar, er við at missa takið.

Keðiliga veðrið, vit hava havt seinastu dagarnar, er við at missa takið. Lágtrýstið plaseraði seg yvir Suðurnoreg, men nú er tað ávegis norðureftir, longur burtur frá okkum.

Eitt hátrýstøki við góðum veðri roynir at sleppa framat okkara leiðum sunnaneftir, men orkar ikki alla leiðina fram. Tað fer at leggja seg yvir Írland og Bretland ístaðin.

Eitt nýtt lágtrýst er á veg ímóti okkum av leiðunum við Suðurgrønland. Tað fer ikki at koma so tætt uppá, sum lágtrýstið í vikuskiftinum, men fer helst leiðina norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin. Tað fer at geva okkum lágættarveður (ímillum útsynning og vestan) seinnapartin í morgin umframt hósdagin og fríggjadagin. Kanska ein part vikuskiftinum eisini. Hitin fer at kvinkast uppeftir aftur.

Eitt samanrunnið brúgvalag við regni fylgir við. Tað verður ætlandi yvir okkum hósdagin.

So summarið er als ikki liðugt enn.