Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MFS hevur aðalfund hósdagin 11. august

MFS

Meginfelag Føroyskra Studenta bjóðar øllum á aðalfund hósdagin 11. august kl 19 á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

Á fundinum kanst tú hoyra um fjølbroytta virksemið hjá felagnum. Eisini koma Kristina Háfoss og Katrin Apol at greiða frá teirra tíð í MFS, og hvørja ávirkan MFS hevur havt fyri tær persónliga.

So um tú hevur ágrýtni at arbeiða fyri at betra um lestrarviðurskiftini hjá føroyskum lesandi kring heimin, so hevur tú eisini møguleika at stilla upp til ráðið. Sitandi MFS-ráð mælir øllum lesandi at luttaka og stilla upp til aðalfundin. Eftir fundin bjóða vit okkurt lekkurt ábit, og Høgni Lisberg kemur at spæla nøkur løg.

MFS er eitt felag, sum er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í heili 54 ár hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram. Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir.

MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð við føroysku myndugleikarnar, og verður felagið tikið við upp á ráð, tá lestrarviðurskiftir verða viðgjørd.

So kom tú og ger lestrarviðurskiftini betri hjá lesandi í og uttanfyri Føroyar!

Á dagskránni til aðalfundin verður:

1. Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum.

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum.

3. Val av nýggjum ráði.

4. Ymiskt

Eftir aðalfundin verður 1. ráðsfundur hjá nýggja ráðnum. Har hesi punkt verða á skránni:

1. Val av formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara í ráðnum.

2. Ráðið mannar seg í nevndir við einum ráðslimi sum umboðsmanni fyri hvørji nevnd.

3. Val av grannskoðara

Stk. 2. Gamla ráðið stýrir fundinum til formaðurin í nýggja ráðnum er valdur, s íðani tekur hann við.

Stk. 3. Nýggja ráðið skal alment lýsa niðurstøðuna av aðalfundinum við at senda út tíðindaskriv