Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sasho stillar upp fyri Javnaðarflokkin

Tíðindaskriv

Kendi og vælumtókti undirhaldarin Sasho Bjartsson stillar upp til býráðsvalið í heyst fyri Javnaðarflokkin.

– Eg takki so hjartaliga borgarstjóranum fyri hugskotið og nevndini fyri álitið, at geva mær høvið at stilla upp til býráðsvalið.

– Tað liggur mær sera nær á hjarta at seta dám á býráðspolitikkin og at virka fyri góðum samstarvi. Og eg vil fegin vera ein partur í at varðveita menningina og trivnaðin í høvuðsstaðnum, sigur Sasho Bjartsson.

Sasho fyllir 23 ár í vikuni og er serliga kendur innan ungdómsarbeiði, og frá t.d. Barnabata og Havnar Fimleikarfelag.