Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, finst hvassliga at Tjóðveldi

Helgi Abrahamsen

Undir yvirskriftini ”Skansabryggjusjónleikurin er fullkomin,” finst fólkatingslimur Javnaðarfloksins, Sjúrður Skaale, hvassliga at Tjóðveldi í eini viðmerking á sínum facebook-vanga.

Fólkatingsmaðurin sigur, at Tjóðveldi hevur fyrst spælt trídupultspæl í málinum um Skansabryggjuna, har Sirið Stenberg segði ja, Marin Katrina Frýdal segði nei, og hinir býráðslimirnir søgdu kanska.

”Og so fáa vit gudhjálpimær ta fjórðu variatiónina frá lista E,” sigur hann og vísir á, at ein mánað eftir at Sirið Stenberg hevur givið loyvi, fáa vit nú at vita, at tað hevur hon kortini ikki gjørt.

”Eitt embætisfólk hevur latið pressuni hennara fráboðan upp á nakkan á henni, sigur hon.

Ein avgerð – sum ikki var ein avgerð – stóð við í ein heilan mánað uttan at tann, sum legði navn til avgerðina – men ikki tók hana – gjørdi vart við seg,” sigur Sjúrður Skaale.

Hann undrast á, at landsstýriskvinnan einki sigur fyrr enn nú, eftir at býráðið hevur samtykt at taka lán og fremja útbyggingina – við støði í hesi somu avgerðini.

”Tað er altso heilt ófatiligt. Mann spyr seg sjálvan, um tað veruliga kann passa.”

”Fyrst var tað “JA” frá Tjóðveldinum í landsstýrinum. So “NEI” og “KANSKA” frá sama flokki í býráðnum. Og so: “MÍTT JA VAR IKKI MÍTT JA” – úr landsstýrinum…

Vónandi fáa vit ikki ta fimtu variatiónina eisini – altso at avgerðin verður broytt, og alt má annulerast,” sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.