Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kallanes selir hýsu, longulivir og annan fisk í morgin fyrrapartin

Oliver Joensen

Kallanes er á útiróðri í kvøld. Teir vera á Klaksvík í morgin tíðliga og frá klokkan umleið 9.30 ætla teir at selja skræðlaðan gamlan havhest, hýsu, longulivir og ymiskan annan fisk til privatfólk. Teir siga, at hetta er serdeilis góður fiskur til matnað, til knettir, frikadellur og annað.

Sølan gongur fyri seg har Kallanes plagar at liggja at á keiini niðanfyri INN handilin. Øll, ið hava áhuga í onkrum feskum frá Kallanesi eru vælkomin á støð at keypa í morgin, fyrrapartin, skulu vit heilsa og siga.