Tíðindaskriv – BMW Føroyar: BMW Føroyar skipar aftur í ár fyri BMW-treffið fyri øllum BMW áhugaðum í Føroyum. Treffið verður hildið 21. august klokkan 18:00-21:00 á Smiðjugerði 4 í hølunum hjá Nordcar.
Í fjør var undurtøkan fyri treffinum sera góð, og ætla vit tí aftur í ár at endurtaka tiltakið í líknandi hami – t.v.s. við rekkjukoyring, dekksparki og ókeypis pylsum og kaffi.
BMW Føroyar er áhugafelag fyri fólk sum annaðhvørt eiga ella á annan hátta hava áhuga fyri BMW. Endamál felagsins er at økja um áhugan fyri BMW í Føroyum og at skipa fyri felags tiltøkum – so sum felagstúrum, treffum o.s.fr. BMW bilar eru eyðkendir fyri sínar góðu og dynamisku koyrieginleikar, umframt at seta bilførarin í miðdepilin. BMW Føroyar er einasta biláhugafelag í Føroyum, sum bert hevur eitt ávíst bilmerki sum felagsnevnara. BMW Føroyar hevur 570 limir og samskifta limirnir fyrst og fremst á Facebook-bólkinum “BMW Føroyar”.
Skrá
Rekkjukoyring byrjar úr tveimum støðum hendan dagin, og miðsavnast allir bilarnir í Kollafjørði kl. 17:00. Síðani verður koyrt til Havnar, og enda vit úti hjá Nordcar kl. 18:00.
BMW bilar vestanfrá møta við FK í Miðvági kl. 16:15 og koyra vit 16:30.
BMW bilar norðranfrá møta í Skálabotni kl. 16:00 og koyra vit kl. 16:15.
Koyrt verður til Havnar, har vit fyrst fara ein túr ígjøgnum miðbýin, og síðani enda hjá Nordcar úti á Smiðjugerði 4.
Úti hjá Nordcar verður hugnaløta við kaffi, pylsum og sodavatni. Høvið verður at vísa flottu BMW bilarnar fram og “sparka dekk”. Lagt verður upp til, at bilarnir eru nývaskaðir og shine’aðir.
Um veðrið ikki verður til vildar tilskilað vit okkum at flyta dagin nakrar dagar nærri kunning um tað kemur seinni.




