Í gjár samtykti løgtingið við aðru viðger fiskidagarnar fyri fiskiárið 2016/2017. Samgongan valdi við harðari mótstøðu úr andstøðuni, at gera stóran mun á einstøku bátunum í skipanini. Summir mistu nógv, aðrir einki, meðan nakrir fingu meira fiskidagar. Undir viðgerðini kom fram at Landsstýrismaðurin í Fiskimálum hevði gjørt ein lista, sum vísti hvørjir bátar mistu fiskidagar, og ikki minst áhugavert – visti Fiskimálaráðið hvørjir bátar fingu meira dagar.

Hetta skapti sjálvsagt mikla øsing í løgtinginum har spurt varð inntil hendan listan. Hvør hevur sæð hann, og hvør umframt landsstýrismannin í fiskivinnumálum hevur sitið við hesi vitan.
Sambært teimum upplýsingum, sum eru latnir Vinnunevndini vóru listarnir gjørdir í Fiskimálaráðnum longu 21. juli, tríggjar vikur áðrenn teir vóru sendir Vinnunevndini tann 8. august.
Svar komu eingi og grundgevingarnar vóru út av lagi vánaligar. Tingbólka formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum vísti seg at verða sera innaliga í júst hvussu skerjingarnar og útlutanin virkaðu, bleiv spurdur beinleiðis um endamálið við skerjingini. Greitt er at allir teir bátar, sum høvdu brúkt flest dagar seinasta fiskiár, fingu fleiri fiskidagar og tískil økist trýsti á grunnarnar komandi fiskiár. Hann veik uttan um spurningin og segði bara at landsstýrismaðurin arbeiddi við eini langtíðar ætlan, sum við tíðini, fór at minka trýsti á fiskastovnarnar. Formaðurin í tingbólki javnaðarflokksins, sum varð einasti samgongulimur, sum ikki situr í Vinnunevndini, ið tók orðið, ásannaði tó, at við at straffa tey skipini, sum høvdu roynt á fjar- og ytri leiðum, var stórur vandi fyri at hesi skip, eins og flest onnur skip í skipanini, nú fóru at leggja seg eftir at fiskað allar sínar dagar – fyri ikki at missa fleiri dagar komandi ár.
Lítil ivi er um at samtyktin í løgtinginum fær eitt eftirspæl, tí tað kann ikki verða rætt at borgarar verða viðgjørdir so ymiskt av landsstýrið og løgtingið, serliga tá man í samband við lóggávuna, samstundis meðan lógin varð smíða í Fiskimálaráðnum, var púra greiður um nøvnini á teimum persónum, sum fóru at missa, og ikki minst nøvnini á teimum, sum fingu meira.
Málið um fiskidagarnar er einki minni enn ein fólkarættarlig gøla.
Triðja viðger av fiskidøgunum verður mikudagin.