Og fara runt alt landið at vitja og framføra!
Og fara runt alt landið at vitja og framføra!
Stuttleiki: Sirkus Baldoni vitjar aftur, hesa ferð í 10 støðum kring landi frá 5. – 14. september. Tey siga, at hetta er besta skrá nakrantíð. Í Miðvági mánadagin 5. september, á Skála 6., Klaksvík 7., Runavík 8., Kambsdali 9, Tvøroyri 10., Tórshavn 11., Vestmanna 12., Sandoy 13. og í Kollafirði mikudagin 14. september. Tað verður framført frá kl. 18 og á Tvøroyri er tað kl. 14, umframt í Tórshavn kl. 14 og 18 i Høllini á Hálsi.
Tað er talan um 15. sesong hjá Baldoni, og tískil verður nógv gjørt burturúr. Eitt sindur av gomlum og nostalgi, men eisini nógv nýtt.
Hugurin drívur verkið
Hóast hetta er 15. ferð, at tað verður framført, leggja tey dent á, at tað er ”hugurin, sum drívur verkið”. Hetta kemur eisini fram í framførslunum. Onkur av teimum, sum eru við, hava 30 ára jubelæum. Tað sigur eitt sindur um hugin og ikki minst stuttleikan, ið valdar teirra millum. Tað fer at gagna luttakarunum, heilt víst.
Til ber at bíleggja atgongumerki á www.sirkusbaldoni.com.
Eisini umvegis telefon á: +4520866010 gerandisdagar millum 10-14, umfram keypa atgongumerki við inngongdina 1 tíma undan sýning.




