Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Súkkluhjálmar til øll børn í 1. flokki

Danial Viðoy

Súkkluhjálmur kann ikki fyribyrgja, at óhapp koma fyri, eins og hann ikki kann byrgja fyri øllum skaðum á høvdið. Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, minkar vandin fyri skaðar á skalla, høvd og heila við upp í 50%.

Tíðindaskriv frá Ráðnum Fyri Ferðlsutrygd:

Næmingarnir í 1. flokki í Kaldbaks skúla vóru spentir í gjáramorgunin, tá Ferðslutrygd vitjaði tey. Hesa vikuna hava allir landsins 1. floksnæmingar fingið súkkluhjálm.

Tær tríggjar genturnar í 1. flokki og hini í yngstu deild vóru hugagóð, tá Ferðslutrygd greiddi frá um hjálm, og hví hann er umráðandi at brúka, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli. Fleiri søgdu søgur um, tá tey høvdu brotið arm ella bein, at tá bar til at fáa tað í rættlag. Álvarsligari er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta.

Ávirkan á skaðar á høvur

Súkkluhjálmur kann ikki fyribyrgja, at óhapp koma fyri, eins og hann ikki kann byrgja fyri øllum skaðum á høvdið. Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, minkar vandin fyri skaðar á skalla, høvd og heila við upp í 50%.

Hvussu virkar súkkluhjálmur?

Súkkluhjálmur virkar í fyrra lagi við at javna stoytin móti høvdinum yvir eina størri flatu. Í øðrum lagi forðar hann fyri, at hvassir lutir, so sum steinar ellar hvassir lutir á súkkluni, sleppa gjøgnum húðina ella skallan. Hetta kann minka ella forða skaða á heila og skalla.

Eins og undanfarin á verða hjálmarnir latnir 1. floksnæmingum í samstarvi millum Tryggingarfelagið Føroyar, Trygd og Ráðið fyri Ferðslutrygd.