Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allar bygdir og býir í Føroyum í Dugna á Hjalla

Tíðindaskriv

Fleiri enn 100 bygdir og býir eru í Føroyum, og hesar kunnu nú allar síggjast á framsýning við plakatum

Fleiri enn 100 bygdir og býir eru í Føroyum, og hesar kunnu nú allar síggjast á framsýning við plakatum, sum letur upp í Dugna á Hjalla fríggjadagin kl 15.00. Signar í Homrum fer at spæla nøkur løg til upplatingina.

Grafikarin Miriam Hinz frá Einfalt hevur teknað og gjørt plakatirnar í hesi røðini, sum kallast ByNight. Her síggjast húsini í bygdum og býum úr erva sum hvítir prikkar á myrkari bakgrund, og harvið sæst skapið av bygdini ella býnum.

Prikkarnir á plakatunum hava somu stødd, og tí kunnu plakatirnar hanga lið um lið, sama um tað er ein lítil ella ein stór bygd ella býur. Støddin av plakatunum er A4, 30×40 og 50×70 cm, alt eftir hvat bygdin ella býurin fyllir í vavi.

Á framsýningini verða plakatir og gávukort lutað burtur, og til ber eisini at keypa plakatirnar hjá Einfalt. Hesar fáast eisini á www.einfalt.fo.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 26. august kl 15.00 og er opin gerandisdagar frá kl 10-15 inntil 30. september.