Harley
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nærkast 4000 atgongumerkjum

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Góð 1000 atgongumerkir eru eftir, so er útselt á Tórsvølli til ársins steypafinalu.

Frá FSF hava vit fingið upplýst, at í morgun (kl. 10.45) eru 3674 atgongumerkir seld til finaluna um Løgmanssteypið leygarkvøldið. Tórsvøllur tekur 4827, so tað eru 1153 atgongumerkir eftir. Hjá Víkingi keypa áskoðarar á langsíðuni, meðan bólkar 111 og 113, ið eru aftanfyri málið, nú eru opnir og FSF viðmælir KÍ áskoðarum at keypa har. Bólkar 109, 110 og 112 afturfyri málið eru útseldir hjá KÍ. Bólkar 114 og 115 eru eisini opnir, men har er blandað fólk, hvat feløgum viðvíkur.

Atgongumerkir kunnu keypast HER . Forsølan stongir á middegi leygardagin og vera atgongumerkir eftir, so vera tey seld við dyrnar, men tá kemur ein ikki at sita bara saman við viðhaldsfólki hjá sínum liði. Tí tá verður tað blandað millum bæði uttanveltaði og tey, sum hoyra til annað av finalu liðunum.

Harleywoodpaint