Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Semir og Mayowa skaraðu framúr

Jákup Ósá

Semir Hadzibulic var klárt mest á bóltinum í steypafinaluni, meðan Mayowa Alli stóð sera sterkur í verjupartinum.

Norðlýsið hevur nú nærhugt eftir steypafinaluni í 2016. Á upptøkunum sær ein ofta ymiskt, sum ein ikki leggur til merkis í stóra spenninginum undir dystinum.

58 rættar avleveringar og bara eina skeiva. Tað eru nærmast ræðandi góðu hagtølini hjá Semir Hadzibulic í steypafinaluni. Hann var tann leikarin á vøllinum, sum var klárt mest á bóltinum, hvat avleveringum viðvíkur. Verjuleikararnir hjá KÍ, Jonas F. Rasmussen og Ahmed Mujdragic, vóru eisini nógv á bóltinum. Jonas hevði 48 rættar og 9 skeivar, meðan Ahmed hevði 45 rættar og 5 skeivar avleveringar. Hjá Víkingi var Hans Pauli Samuelsen mest á bóltinum. Hann hevði 40 rættar og tvær skeivar avleveringar.

Jonas framúr í fyrra hálvleiki

KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen spældi ein sera góðan fyrra hálvleik. Har hann vinnur nærum allar bóltarnar og ger nærum ongar feilir í uppspælinum. Men eftir hálvleik broyttist hansara avrik nógv og hann bleiv KÍ leikarin, sum nógv oftast misti bóltin í vandamiklum støðum í uppspælinum. Tí blívur hansara samlaða avrik ikki eins gott sum hjá teimum bestu, sum spældu meir støðugt.

Semir og Mayowa vóru best

Tveir KÍ leikarar skaraðu framúr í finaluni. Á miðvøllinum var Semir Hadzibulic sera sannførandi. Hann helt spælinum koyrandi og var nógv tryggari enn flestu viðleikararnir á bóltinum. Hann fylti nógv og vann flestu av sínum nærdystum. Í aftastu ketu var Mayowa Alli tann, sum var mest støðugur. Hann nærum stongdi sítt økið og var einaráðandi í nærdystunum. Samstundis kom hann væl framvið og var rímiliga tryggur á bóltinum og tær fáu ferðirnar hann misti bóltin, so var tað ikki í vandamiklum støðum. Annars kann nevnast, at hóast Súni Olsen ikki kom á vøllin fyrr enn í 64. minutti, so vóru bara Semir og Hans Pauli av miðvallarleikarunum og álopsleikarunum, sum vóru meir á bóltinum. Súni hevði 22 rættar og tríggjar skeivar avleveringar.