Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DMU: Gull, silvur og bronsa fyrsta dagin

Ítróttur

Ungu íðkararnir úr Treysti gjørdu veruliga um seg tann fyrra dagin í DMU á Østerbro Stadion. Gull, silvur og bronsa bleiv úrtøkan í dag. 

Fyrstur kappast var Julian Gregersen á 1.500m teininum. Renningin bleiv taktisk og vóru tvey tey fyrstu umførini nokkso rólig, og tað passaði fínt fyri Julian. Ikki fyrr enn á seinasta umfari kom ferð á. Favoritturin streyk avstað, meðan Julian lá og lúrdi á triðjaplássi, sum mestum var tryggjað. Spurningurin var um hann fór at strúka avstað við silvurinum, og tað var júst tað hann gjørdi seinastu 150m, tá hann setti endaspurtin inn. Tíðin bleiv 4.07,69min. sum bert er 1½ sekund seinni enn hansara besta tíð.

Næstur at kappast á 1.500m var Hans Sivertsen, og var málið hjá honum at renna eftir 4.50 min. Tað eydnaðist næstan og kom hann á mál við 4.58,05 min. sum er hansara besta tíð uttandura.

Síðan vóru tað Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum skuldu renna 1.500m. Gekst teimum væl, so var møguleiki fyri heiðursmerki, og tað var júst tað sum hendi. Favorittin gjørdu tær onki við, og legði hon seg klárt á odda beinanvegin, meðan kappingin um næstu plássini bleiv rættiliga spennandi ímillum Oddvør, Mariu og eina gentu frá Aalborg, sum bleiv tann stinnasta á seinasta umfari og rann seg til silvur, frammanfyri Oddvør, sum rann seg til bronsu og Mariu á fjórðaplássi. Tíðin hjá Oddvør bleiv 4.50,06 min., sum er hennara besta tíð, og tíðin hjá Mariu bleiv 4.54,03 min. sum er bert 0,2 sek. seinni enn hon rann í Gøteborg fyrr í summar.

Síðsta kapping hjá Treysti í dag var spjótkasti hjá Óluvu Alllansdóttir Joensen. Undan kappingini hevði hon triðlongsta kast, so her var stórur spenningur. Men tað skúgvaði Óluva til viks beinanvegin. Í fyrsta umfari setti hon persónligt met og kastaði 32,08m og legði seg klárt á odda. Tann næsta kastaði 30,79m. Í øðrum umfari kastaði Óluva heilar 35,49m og økti um leiðsluna og legði seg klárt á odda. Í triðja og fjórða umfari nærkaðist ongin. Í fimta umfari kastaði ein 32,56m og Ólvuva svaraði aftur við 34,99m. Tí var rættiligur spenningur undan seinasta umfari har Óluva átti seinasta kast. Ongin teirra økti, og tí var gullheiðursmerki longu tryggjað áðrenn seinasta kast, sum bleiv yvirtakk, men danmarksmeistaraheitið bleiv tryggjað við kastinum uppá 35,49m, og er tað longsta kasta í Danmark fyri gentur 14-15 ár í 2016.

Øll úrslitini eru at finna á hesi leinkjuni: DMU 2016 úrslit