Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar spældu væl móti Ungarn seinast á heimavølli

Jákup Ósá

Byrjanin til góðu gongdina í síðstu EM undankapping kom tá Føroyar møttu Ungarn á heimavølli seinast. Hendan dagin í oktober 2014 spældu Sølvi Vatnhamar og Brandur H. Olsen sínar fyrstu dystir frá byrjan og hesir hava síðani verið lyklaleikarar á landsliðnum. Hóast Føroyar taptu 1-0, so var lítil og eingin munur á liðunum. Málið kann síggjast niðanfyri. 

Síðan tá hava bæði liðini ment seg, men føroyska liðið hevur sjáldan áður havt so nógvar leikarar, sum spæla á høgum støði uttanlands, sum júst nú. Tí eru vónirnar góðar fyri einum góðum úrsliti týskvøldið hjá teimum flestu á einum útseldum Tórsvølli.

Dysturin byrjar kl. 19.45.

Norðlýsið skrivaði soleiðis um dystin í Føroyum móti Ungarn

Harleywoodpaint