Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu: Eg fegnist um tað sum er gjørt – men enn er nakað eftir at gera

Helgi Abrahamsen

“Hesin tunnilin hevur kanska ikki líka stóran týdning fyri okkum í Hvannasunds kommunu, sum hann hevur fyri Viðareiði, men hann hevur kortini stóran týdning fyri økið her norðanfyri.

“Hesin tunnilin hevur kanska ikki líka stóran týdning fyri okkum í Hvannasunds kommunu, sum hann hevur fyri Viðareiði, men hann hevur kortini stóran týdning fyri økið her norðanfyri. Vit fáa við honum dagført vegakervið í økinum, og í somáta hevur hann sera stóran týdning.” Tað sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, nú Viðareiðistunnilin er opnaður.

Spurd um tað var rætt at gera Viðareiðistunnilin áðrenn nýggir tunlar á Borðoynni eru gjørdir, sigur hon, at sjálvandi hevði tað verið betri fyri tey í Hvannasunds kommunu, um tunlarnir á Borðoynni komu fyrri, men hon samgleðist tó við viðingum um tað sum er gjørt.

“Eg skilji væl sjónarhornið hjá viðingum, um at tey vóru bangin fyri, at teirra vegakervi hevði komið í drag, um tunlarnir í Borðoynni høvdu verið gjørdir fyrst, og nú hesin tunnilin er gjørdur, loysir seg ikki at siga meira um tað,” sigur Katrin Næs.

“Tað hava altíð verið tøtt bond ímillum Hvannasund, Norðdepil og Viðareiði, so hetta bindur okkum bara enn tættari saman,” sigur hon.

Tunlarnir á Borðoynni mugu gerast

Katrin Næs minnir á, at í økinum norðanfyri gomlu tunlarnar á Borðoynni eru nógv virksemi.

“Hetta er eitt øki, har ein rættiliga fittur partur av útflutninginum hjá landinum verður framleiddur, so sigast má, at infrakervið her hevur stóran týdning,” sigur hon.

“Eg vóni at tunlarnir á Borðoynni verða gjørdir skjótast gjørligt, tí tað er øðiliga átrokandi. Tað haldi eg at vit hava merkt hesa seinastu tíðina,” sigur hon.

“Eg havi tosað við nógv fólk sum vóru og vitjaðu, nú Norðdepil fylti 150 ár, og har vóru nógv fólk sum vóru glað fyri túrin og hvussu væl alt riggaði, men tunlarnir… – tað var ein avbjóðing,” sigur Katrin Næs.

Í verandi langtíðaríløguætlan eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir til 2021 – 24.