Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt fantastiskt føroyskt avrik á Tórsvølli

Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver

(Dystarfrásøgn av Tórsvølli) Tekniskt sæð hava vit sjáldan sæð eitt so gott føroyskt avrik sum á Tórsvølli í kvøld.

Undan dystinum var kenslan hjá mongum góð. Fortreytirnar vóru góðar eins og Norðlýsið skrivaði her. Nógvir útisetar eru á føroyska liðnum, nærum allir í dystarvenjing og føroyska liðið er samanspælt nú. M.a. spældu 9 av teimum 11 frá byrjan, sum eisini spældu frá byrjan í søguliga dystinum móti Grikkalandi á heimavølli.

Og lat okkum siga tað beinanvegin: Tað var ein stór uppliving at vera á Tórsvølli. Hesaferð kanska ikki so nógv vegna áskoðararnir, har Skansin tó gjørdi eitt framúr avrik, men meir fyri avrikið á vøllinum, sum allar 93 minuttirnar var sjáldsama gott frá einari lítlari fótbóltstjóð sum Føroyum.

Nógvar møguleikar allan dystin

Tað verður ov leingi at fara at skriva um góðar møguleikar ella góðar støður hjá føroyska liðnum, tí hesar vóru so nógvar gjøgnum allan dystin. Kanska ikki so nógvir 100 prosent møguleikar, sum skulu geva mál, men nógvir møguleikar, har lítið manglaði í. Í seinna hálvleiki komu tveir av stóra slagnum, tá Sølvi Vatnhamar úr sera góðari støðu skallaði beint viðsíðuna av, og so tá Hallur Hansson skeyt á stongina. Ungarn kom í 87. minutti nærum burturúr ongum til eitt trýst á føroyska málið, men í avgerandi støðunum taklaðu føroysku leikararnir bóltin burtur og einu ferðina hevði Gunnar Nielsen eina stórbjarging. Endaliga støðan gjørdist 0-0, men keðiligt var tað ongantíð, sæð við føroyskum eygum.

Spældu góðan fótbólt

Føroyska liðið hevði leikliga eitt sera gott kvøld. Nærum allan dystin á tamb var tað fokusera uppá spæl og ofta sóu vit frálíkt spæl. Føroysku leikararnir fóru ikki í panikk, tá teir høvdu bóltin og spældu ofta við rímiliga stórum váða. Har vóru eisini frálíkir bóltspælarar mitt eftir vøllinum, har serliga Hallur Hansson, Brandur H. Olsen og Jóan Símun Edmundsson vístu tekniskt spæl í altjóða flokki. Tað ber tó ikki til at taka teir framum aðrar, tí alt liðið avrikaði optimalt. Tá Bárður Hansen og Viljormur Davidsen spæla á bakkunum, so hevur liðið ótrúliga góða orku til bæði verjuspæl og ikki minst álopsspæl. Serliga Viljormur Davidsen var sera eyðsýndur í álopspartinum. Í miðverjuni traðkaðu Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad ikki ein fót skeivan og á kantunum bæði spældu og stríddust Sølvi Vatnhamar og René S. Joensen fyrimyndarliga. René fekk møguleikan frá byrjan hesaferð og hann tók av. Hóast nakrar feil avleveringar í byrjanini, so vísti Fróði Benjaminsen landssliðsstøðið og vit sóu, at perfekta samansetingin á sentrala miðvøllinum er Fróði, Brandur og Hallur.

Ikki so løgið, at dysturin nærum var liðugur, áðrenn Lars Olsen, landsliðsvenjari, gjørdi nakra útskifting. Tí allir spældu framúr og eingin datt niðurímillum ella vísti nevnivert tekin um, at hann var troyttur, hóast føroysku leikararnir løgdu nógv fyri allan dystin.

700 áskoðarapláss tóm

Einasta negativa hendingin fyri hendan dystin hevur við viðurskiftir uttanfyri vøllin at gera. Tí hóast tað var útselt til dystin, so manglaðu áleið 700 áskoðarar at møta upp. Og nógvastaðni vóru tað økir, har nógv fólk manglaðu, ið áttu at sitið saman, og tað tók seg ikki væl út á Tórsvølli. Veðrið var ikki tað besta ein part av fyrra hálvleiki við regni og vindi. Og tað hevur kanska gjørt, at fólk settust aftur. Men tað er spell, at 700 áskoðarapláss standa tóm, meðan nógvir aðrir føroyingar ikki sleppa til dyst, hóast teir ynskja tað, tí tað er útselt. Føroyska A-landsliðið hevur seinastu áleið tvey árini víst so góð avrik, at øll sum ynskja at sleppa til dyst mugu sleppa at uppliva dystirnar, um tað eru fólk (ella fyritøkur?) sum ikki fara til dyst. Og hóast Skansin eisini hevur verið betri mannaður fyrr, so settu teir áskoðararnir ein fantastiskan dám á sum altíð.

Frálíka tekniska avrikið stendur eftir

Føroyska avrikið á vøllinum fer tó at standa eftir sum minnið fyri hendan dystin, tí føroyingarnir av teimum 4066 upp møttu áskoðarunum fingu nógv fyri pengarnir. Eina stigið var væl og virðiliga uppiborið og hevði Hallur Hansson móti endanum skorað sigursmálið, tá hann rakti stongina og út, so kundi heldur eingin havt sagt nakað ímóti, at tað ikki hevði verið uppiborið. Føroyska liðið hevur ment seg og tað sæst aftur, at m.a. Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson nú gera um seg í bestu donsku deildini. Tekniskt sæð var lítið at seta fingurin á og tað var tað heldur ikki, hvat hugburði viðvíkur. Ein frálík byrjan hjá liðnum í hesi undankappingini við at fáa uppiborið stig móti Ungarn, sum fyri nøkrum mánaðum spældi 1/8 finalu í EM endaspælinum. Enntá við nógvum áskoðaravinarligum tekniskum álopsfótbólti.

Harleyfacadeacryl