Tað fer at vera heilt fitt av vindi í vikuskiftinum. Serliga leygarnáttina og leygarmorgun.
Í hesum døgum fylgja lágtrýstini einari leið, sum gongur úr Nýfunnlandi og beint eystur um Atlantshav. Komið til leiðirnar vestan fyri Írland snara tey í norðan og halda leiðina ímóti Føroyum. Tá ið tey eru farin fram við okkum, fara tey fyrst norður um Ísland og eftir tað suður ígjøgnum Grønlandsfjørðin.
Tað er eitt av hesum lágtrýstum, sum eru ávegis hendavegin. Tað er í kvøld statt einar 400 fjórðingar vestur úr Írlandi. Trýstið ímiðjuni er 991 hPa – tað er ikki so djúpt – men í annaðkvøld er komið heilt niður í 968 hPa. Eitt trýstfall uppá 23 hPa í 24 tímar er næstan tað, veðurfrøðingar kalla ein bumba. Nógv megi er, tá ið trýstið er so lágt. Luftin melur ógvuliga skjótt rundan um tað. Mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna og eitt sindur eystanfyri.
Tað fer eftir øllum at døma beint fram við Føroyum vestanfyri. Hetta verður eftir midnátt fríggjakvøldið – kanska ein ella tveir tímar eftir midnátt. Soleiðis er væntað, at júst hetta økið fer at raka Føroyar um 4 -5 tíðina leygarmorgun. Tað eru serliga Suðuroy og Sandoy, ið kunnu vænta sær henda nógva vindin.
Miðalvindferðin fer tá at liggja um 20 m/s úr útsynningi klokkan 3. Miðalvindferðin er, hvussu vindurin er í miðal í 10 minuttir. Vindurin er ikki javnur, og tað vita flestu okkara væl. Tí kunnu frávikini frá miðalvindinum – vanliga kallað hvirlur – verða stór. DMI ávarar í kvøld á heimasíðuni um hvirlur av ódnarmegi um 4 – 6 tíðina, og at tær fara at raka serliga sunnanvert í landinum.
Meiri útgreinað gongd, hvussu vit kunnu vænta, veðrið fer at skikka sær, verður í morgin.




