Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongst væl hjá Áhugafelag Nólsoyar Páls

Orð og myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið varð aðalfundur hjá, Áhugafelag Nólsoyar Páls hildin á Klaksvíkar bókasavni, har 15 fólk møttu.

Formaðurin, Archibald Black greiddi frá virki felagsins í farna ári, og kunnaði um tað, sum er hent í farna skeiði og higartil í ár. Hann frøddist um, at arbeiðið var komið í gongd og at tað nú líður væl við grótlaðingini.

Hann segði frá, at viðurin til húsið er komin, og at felagið hevur fingið innivist í gamla Skipafelagsbygningin, har ætlanin er at gera størsta parturin av størviðinum kláran. Men tó er ikki eydnast enn at fáa nakran hjálparmann til hetta arbeiðið.

Archibald greiddi frá, at hugaligt var, at eisini millum ferðafólk hevur húsið stóran áhuga – tey koma framvið og vilja vita meir. M.a. hevur ein týskur ferðaleiðari verið tríggjar ferðir framvið við áhugaðum gestum.

Hann fær javnan spurningin: Nær verður húsið liðugt? Formaðurin helt seg hava lært av politikarum, at ein eigur at vera varin við at siga nakran ávísan dag, tó at dagurin vónandi verður seint í komandi ári. Hann vildi tó siga so mikið, at hann hevði heitt á Klakksvíkar Dansifelag um fara at venja Fuglakvæðið.

Líggjas í Bø greiddi frá grannskoðaða roknskapinum fyri tíðarskeiðið 12.12.2013, tá ið felagið varð stovnað, til 31.12.2015.

Hann greiddi frá, at eginognin hjá felagnum er góð mill; og at tilsøgn eru um 2 mill afturat frá stuðlum.

Líggjas takkaði fyri vælvild frá øllum mongu stuðlunum, og vísti á at Klaksvíkar kommuna hevði latið byggibúgvið stykki at byggja á, og var hetta eitt mett til eitt virði á um kr. 400.000.

Grótið hava teir alt fingið fyri einki, har meginparturin kemur av Viðareiði; sum er koyrt ókeypis til Klakksvíkar.

Grótarbeiðið byrjaði í juni. Higartil eru brúktar úti við hálva millión til grótarbeiði o.a. Gongur eftir vild, verður laðingin liðug í november 2016.

Líggjas og Archibald vóru takksamir fyri alla ta vælvild, sum er víst Áhugafelag Nólsoyar Páls.

Sitandi nevnd, Archibald Black, Líggjas í Bø, Anfinn Kallsberg og Finn Kjølbro varð afturvald av aðalfundinum.

Kunna teg nærri um felagið og virki tess á http://nolsoyarpall.fo har tú eisini kann tekna teg sum lim.