Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, fer á tingfundinum í morgin at seta tveir fyrispurningar, sum báðir snúgva seg um gamalt betong frá øðrum heimsbardaga.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, fer á tingfundinum í morgin at seta tveir fyrispurningar, sum báðir snúgva seg um gamalt betong frá øðrum heimsbardaga.
Tingmaðurin vil hava Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, at svara, nær farið verður í gongd við at gera innkoyring til Vága Floghavn, og hann vil eisini hava Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, at svara, um hon fer at loyva ella nokta, at sami innkoyringarvegur verður gjørdur.
Nógv betong í jørðini
Jørgen Niclasen vísir á, at spakin er júst settur í at gera nýggj parkeringsøki við flogvøllin, og at Landsverk hevur gjørt projekt til innkoyringarveg.
“Men arbeiðið er steðga upp, og sum skilst er tað Søvn Landsins sum hevur lagt seg í buktina, tí nakað av betongi frá bretsku hermegini er í nærheitini,” sigur Jørgen Niclasen.
Tað er Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum umsitur Søvn Landsins, og tí vil hann hava at vita, hvørja avgerð hon fer at taka í hesum málinum.
Bretska hervaldið hevur, sambært Jørgeni Niclasen, lagt sera nógv betong eftir seg á sera stórum økjum í Vágum.
“Tað gevur onga meining, at hesir betongklumpar skulu steðga menningini í oynni,” sigur hann.
Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11.




