Føroyameistararnir úr B36 møta komandi trý umførini øllum topp trý liðunum.
B36 endurvinnur ikki meistaraheitið, men liðið hevur nógv at spæla fyri og ikki minst fær B36 helst ein avgerandi leiklut í, hvør fer at vinna føroyameistaraheitið í ár.
Komandi tríggjar uppgávurnar hjá B36 eru:
KÍ(úti)
NSÍ(heima)
Víkingur (úti)
B36 er 6 stig frammanfyri HB í kappingini um at røkka 4. plássinum og harvið týðandi Europa League plássinum. HB hevur ongan dyst eftir móti topp fýra liðunum, so mest sannlíkt fær HB nógv stig seinastu umførini. Tí hevur B36 neyvan ráð til at tapa meir enn ein ella í mesta lagi tveir dystir seinastu fýra umførini. B36 hevur fingið góð úrslit seinastu tíðina, har liðið hevur fingið 13 stig seinastu fimm dystirnar.




