Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður kalt at vakna 1. januar 2018

Eyðstein Poulsen

Landsins ráðgevar hava konstruera eitt sosialistiskt armageddon. Hvussu verður at fáa vitjan av fíggjarligum støðufesti eftir 1. Januar 2018? Er Føroyingurin greiður yvir, hvørjar fylgjur tað fær fyri samfelagið, at brúksrætturin til fiskiloyvini verður inndrigin 2018?

Hvør heftir fyri skuldina í flotanum eftir 2018?

Ella væntar man, at flotin megnar at verða skuldarfríur 2018?

Fakta:
Skuldin í flotanum er áleið 4 mia., so vit hava 6 ár til at fáa skuldina niður á null. Tað virðið, ið liggur aftanfyri hvørt lán í 2018, er ein rusta stálkonstruktión, ið eftir prinsippinum einki loyvi hevur.

Kundi hugsa mær at hoyrt eitt alment útspæl frá fíggjarvinnuni um hendan trupulleikan. Tað bókaða virðið, ið er aftanfyri skuldina í dag, har skipini hava atgongd til tilfeingið, hvussu verður tað bókað pr. 1. Januar 2018, tá atgongumerkið skal keypast av nýggjum?

Hvørji metir man útlitini verða fyri lántøku til fornýggjan, forbetring ella menning av heimaflotanum fram til 2018?

Ein uppboðsøla, gevur hon betur fíggjargrundarlag fyri flotan til fornýggjan, forbetran ella menning?

Fólkaflokkurin verjir vinnuna við umhugsni.

Eyðstein Poulsen, valevni Fólkaflokksins