Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrá fyri løgtingsfundin í dag

Helgi Abrahamsen

Løgtingsfundur verður í dag klokkan 11.

Løgtingsfundur verður í dag klokkan 11.

Fyrst á skránni eru tvær atkvøðugreiðslur, har støða skal takast til, um tveir skrivligir fyrispurningar skulu svarast.

Annar fyrispurningurin er frá Kristionnu Winther Poulsen til Poul Michelsen um virksemi og útreiðslur á føroysku sendistovunum í Keypmannahavn, London, Reykjavík og Moskva.

Hin spurningurin er frá Jacob Vestergaard til Sirið Stenberg og hann er viðvíkjandi málinum um góðkenning av havnaútbyggingini í Tórshavn.

Løgtingið hevur eisini eina fyrstu viðgerð á skránni. Tað er eitt uppskot frá Kristinu Háfoss um at áseta, hvussu stórur partur av avlopi landskassans skal í Búskapargrunn Føroya. Sambært uppskotinum skulu 20 prosent av avlopinum í Búskapargrunnin, tá avlopið er minni enn 200 mió. krónur. Fer avlopið uppum 200 mió. krónur skulu harumframt 50 prosent av avlopinum sum er omanfyri 200 mió. krónur í Búskapargrunnin.

Tveir skrivligir fyrispurningar verða eisini svaraðir á tingfundinum í dag. Sirið Stenberg skal svara einum fyrispurningi frá Anniku Olsen um demensætlanina, og Rigmor Dam skal svara einum fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur viðvíkjandi útbúgvingum til heilsuhjálpara og heilsurøktara.