Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimálaráðið heldur fast um avgerð at noktað innlit

John William Joensen

Hóast lyfti frá landstýrismanninum um fult gjøgnumskygni, noktar Fiskimálaráði framhaldandi at geva innlit í part av samskiftinum millum landstýrismannin og nýskipanarnevndina.

Hóast lyfti frá landstýrismanninum um fult gjøgnumskygni, noktar Fiskimálaráði framhaldandi at geva innlit í part av samskiftinum millum landstýrismannin og nýskipanarnevndina.


Norðlýsið kærdi niðurstøðuna til fiskimálaráðið, men fyri løtu síðan kom hetta svarið:


Til Norðlýsið

Víst verður til innlitsumbøn tygara/teldupostur dagfestur 20. og 21. september 2016. Innlitsumbønin fevndi um samskifti millum fiskimálaráðharran Høgna Hoydal, og formannin í arbeiðsbólkinum viðvíkjandi nýskipan av fiskivinnuni, Johnny í Grótinum.

Serliga verður hugsað um spurningin viðvíkjandi arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum.

Fiskimálaráðið hevur viðgjørt umbøn tygara og letur innlit í tilfarið.

Eg leggi til grundar, at tað serliga er skjal 17, sum hevur tygara áhuga, men havi eg funnið onnur skjøl við samskift millum landsstýrismannin og formannin. Partur av hesum tilfarinum er tó undantikin vísandi til § 2, stk. 2, sum heimilar at undantaka lóggávumál, herundir játtanarlógir, til lógaruppskot er framlagt í Løgtinginum. Heimildin fevnir eisini um frágreiðingar o.tíl. frá serkønum og arbeiðsbólkum, sum skulu nýtast til lóggávuarbeiðið. Talan er um skjal nr. 16 og partar av skjali nr. 17 í máli nr. 16/00095, sum viðvíkur nýskipanarnevndini generelt.

Eftir ætlan verður frágreiðingin handað landsstýrismanninum mánadagin 3. oktober 2016.

Skjølini eru viðløgd hesum telduposti.

Eru ivamál, ert tygum vælkomin at venda tygum til okkara.

Vinarliga / Sincerely

Marjun T. Magnussen

Deildarstjóri / Head of Department

Harleyfacadeacryl