Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka fyri serføroysku skræðufrímerkjunum

Norðlýsið

Í sambandi við at Posta letur úr hondum eitt heilt serligt frímerki við toskaskræðu, verður móttøka í Nevinum í Runavík mánadagin, 26. september kl. 15. Øll eru vælkomin til eina hugnaliga løtu við forkunnugum gestum.

Tíðindaskriv:

Mánadagin, 26. september kl. 15 verður móttøka í Nevinum í Runavík. Tá verða frímerkini við toskaskræðuni alment givin út, og talan er um eina heilt serliga útgávu. Ongantíð áður eru frímerki gjørd á hendan hátt. Á hvørt frímerki er ein ferhyrntur lepi av toskaskræðu límaður. Skræðan er ótrúliga vøkur og mynstrað – við næstan metalliskum litbrøgdum, ið broytist alt eftir hvørjum vinkli tú sært hana frá. Til móttøkuna fer Svanbjørg Manai, leiðari fyri frímerkjadeildina hjá Posta, at greiða frá hvussu hugskotið er íkomið til hetta serliga frímerkið og hvussu framleiðslan fór fram.

Tað eru tey frá Nevinum, ið hava verið so beinasom at latið Posta toskaskræðuna, og vitnar hetta um, at tá ið vit samstarva verður úrslitið enn betri. Posta hevur longu kent, at eftirspurningurin eftir hesum forkunnugu frímerkjum er ovurstórur, og væntast frímerkini skjótt at verða útseld.

Heimskendi gravørurin Martin Mo˞rck hevur teknað frímerkið; hann verður hjástaddur til móttøkuna og fer at signera fyrstadagsbjálvar. Møguleiki verður at keypa serføroyska frímerkið á móttøkuni.

Okkurt ábit verður at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga móttøku, har vit heiðra okkara forkunnuga serføroyska frímerki.

Móttøkan verður hildin:

Nevið Gulasteinsvegur 1 620 Runavík