Í gjár vóru 50 ár liðin síðani skeljatrolarin Norðheim á Oyri kom í føroyska flotan.
Í gjár vóru 50 ár liðin síðani skeljatrolarin Norðheim á Oyri kom í føroyska flotan.
Norðheim varð bygdur í Rosslau í Eysturtýsklandi og fyrstu árini var hann á ídnaðarveiðu.
Í 1979 keypti O.C. Joensen Norðheim og umbygdi hann til skeljatrolara, og hóast hann nú hevur runda hálvu øldina, er hann framvegis í vinnu.
Norðheim skuldi annars bara vera ein fyribils loysn í eini tvey ár, men nú 37 ár seinni, er hann framvegis álitið.
Ætlanir hava verið í áratíggju um at fingið eitt betri skip, men politiski myndugleikin hevur verið sera trekur, tí annað skip skuldi vera uppá sentimeturin somu stødd sum Norðheim. Henda ætlan er tí nærum slept. Ístaðin eru nógvir pengar nýttir uppá Norðheim fyri at dagføra skipið og gera tað effektivari. Bæði trolspøl og motorur eru skift fyri árum síðani, og dekkið er eisini gjørt meiri arbeiðsligt. Átta mans eru við skipinum (5 hvørja ferðina).
Tað eru 47 ár síðan føroyingar byrjaðu at veiða skel, og veiðan hevur stórt sæð verið eystur úr Nólsoynni og Norður úr Kallinum
Besta árið hjá Norðheim var í 2014, tá ið teir fiskaðu 7000 tons.




