Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør fjøl á flot – fiskikappingin hjá Draganum í morgin, leygardagin

Oliver Joensen

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 24. september.

Í ár verða umframt steyp til tríggjar teir bestu bátarnar, og fyri stórsta fiskin, eisini gávukort latin til vinnararnar.

Fyriskipararnar boða frá, at mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum klokkan 07:30. Bátarnir verða aftur at landi klokkan 17.

Uppboðssøla verður við Varpabrúnna frá klokkan 17:30 til 18:30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.