Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit sóknast eftir
Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í sambandi við at Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) nú fer undir at veita tænastu alt døgnið. Víðkanin av tænastuni, til eisini at fevna um náttarvaktir, er í samsvari við ynski hjá borgarum í Norðoyggjum, so umstøðurnar at búgva heima sum longst gerast betri.
Talan er um tvey størv við arbeiðsbrøki 0,62, har arbeiðstíðin fyri tað mesta er um náttina.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Førleikakrøv
· Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur
· Royndir innan yrki
· Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
· Góð samstarvsevni
· KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
· Stórar fakligar avbjóðingar
· Sjálvstøðug størv
· Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Marnu Ellingsgaard Jensen, leiðara fyri NBH, á tlf. +298 793401.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi fríggjadagin 14. oktober 2016.




