Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
Ger so væl.
—
Klokkan sjey morgunin eftir var lítið eftir hjá teimum á St. Kilda at gera enn at fara um borð á Harebell. Tey lótu seg í tað frægasta, tey áttu. Hóast tey ikki ynsktu at imponera nýggju grannarnar á meginlandinum, so vildu tey avgjørt ikki vera láturverd. Morgunbønin varð biðin fyri seinastu ferð, og sum siður er millum geliska fólkið, so var ein opin bíblia løgd eftir í hvørjum húsi saman við einum neva av havra. Í einum húsi lá bíblian opin á Exodus (burturferðin úr Egyptalandi).
Í øllum teimum ellivu húsunum var nýkyndur eldur á grúgvuni við koli og torvi. Tá teir vóru brendir niður nakrar tímar seinni, var tað fyrstu ferð í túsund ár, at øskukalt var á St. Kilda. Lachlan Macdonald, tá ein ungur maður í tjúgunum, sigur: “Eg minnist, at tá hurðin varð latin aftur fyri seinastu ferð, at nøkur lósu eitt brot úr bíbliuni og bóðu eina bøn”.
Neil Ferguson, sonur postmeistaran, og seinasti mannligi oyggjabúgvin at giftast og seta føtur undir egið borð á St. Kilda, minnist væl seinastu tímarnar. “Tú hevði eina song og stólar og hasar gomlu kisturnar. Alt var sett eftir á oynni, tá vit fóru. Mesta av innbúgvinum var sett eftir í húsunum – klæði og eisini pottar og pannur og tílíkt – alt stóð eftir. Og eisini teir avgomlu pottarnir við trimum pinnum stóðu eftir. Nei, vit tóku ikki nógv við okkum, vit sluppu okkum bara avstað og lótu alt eftir okkum.”
Pápi hansara spákaði sær eina seinastu ferð um bygdina. Hann hevði á mangan hátt verið týdningarmesti maðurin á oynni. Ikki bert hevði hann verið postmeistari, men eisini umboðsmaður fyri faktorin. Um fólkini á St. Kilda nakrantíð høvdu latið nakran staðið fram um nakran annan, so var Neil Ferguson maðurin. Tað var hann, sum kallaði saman menninar, tá týdningarmiklar avgerðir skuldu takast. Hann hevði lisið lestur, tá trúboðari ikki var á oynni. Hann var tann einasti á oynni, sum hevði sett niður epli tað árið, so tað var við tungum hjarta, at hann læt eplini eftir í veltuni.
Skúrurin av rukkujarni, við veðurbardu bókstavunum “St. Kilda Post Office”, var fyrsta staðið, Ferguson steðgaði á. Hetta hevði ofta verið endamálið hjá vitjandi, sum vildu hava prógv fyri, at tey høvdu verið á St. Kilda, men nú fóru tey kendu St. Kilda postkortini ikki at finnast longur, og innanfyri lógu pappír, postkort og annað stroydd á gólvinum. Og á einum veggi hekk ein yvirskrift við “Tað, sum ein særdur hermaður fegin vil vita,” og tað var dagfest, “War Office, August 1915.” Ferguson hevði ofta hugsað um, hví hetta varð sent út hagar. Tí menn av St. Kilda høvdu ongantíð í søguligari tíð borið vápn móti nøkrum. Fyri 10. september var rundskriv komið, sum segði: “Posthúsið á St. Kilda varð afturlatið 29. august 1930, dagin, tá burturflytingin av oynni fór fram. Boð eiga at verða send til øll viðkomandi. Pakkar og brøv, sum hava áskriftina St. Kilda, skulu fáa áskriftina Oban, har teir kunnu umadressera postin.
Í lítlu skúlastovuni, har Ferguson hevði gingið í skúla fyri 40 árum síðani, varð enn eitt petti av linoleum nýtt sum talva. Veggirnir vóru úr óferniseraðum fjalum. Har vóru tvey skúlaborð, sum kundu rúma 15 næmingum. Har vóru blekkgløs í borðinum. Á vegginum var eitt kort av Stóra Bretlandi – eitt kort við mesta dentinum á Onglandi í mun til Skotlands. Har var einki at síggja til St. Kilda. Á sama vegginum var ein lýsing, sum segði: “Hvør næmingur millum 3 og 15 er frítikin fyri at gjalda skúlapengar. Harris 14. oktober 1904.” Kalendarin í skúlanum fyri 1930 var skræddur av til september. Tey tíggju skúlabørnini á Hirta høvdu haft teirra seinasta skúladag í hesi lítlu, slavnu skúlastovuni. Tað seinasta, sum stóð í skúladagbókini, skrivað av trúboðaranum, var fyri juni og ljóðaði soleiðis: “Allir næmingar møttir seinastu vikuna. Skúlagongdin endaði í dag við einum lítlum ábiti, sum næmingarnir tóktust sera fegnir um. Í dag endar skúlagongdin á St. Kilda, tí íbúgvararnir ætla at fara av oynni í summar. Eg vóni skjótt at vera farin.”
Ein hurð úr skúlastovuni gekk beint inn í kirkjuna, eitt háloftað rúm við gotiskum vindeygum. Uttan fyri kirkjuna, í einum støpli, hekk kirkjuklokkan, bjargað úr vrakinum av Janet Cowan, sum endaði sínar dagar móti klettunum á St. Kilda tann 7. apríl 1864, á eini ferð til Dundee frá Calcutta við einum farmi av jute. Inni í kirkjuni vóru ferniseraðir beinkir og ein miðgongd. Pulturin hjá trúboðaranum var tann størsti í Vesturoyggjunum. Dagin fyri, tá tey vitjandi vóru farin, høvdu oyggjabúgvarnir sitið og hoyrt Dugal Munro prædikað fyri seinastu ferð. Fólkið legði bíbliur sínar eftir á beinkinum, og trúboðarin legði eina enska og grikska bíbliu á talarastólin. Norman Mackinnon, forsangari og størsti familjufaðirin á oynni, hevði leitt bønarhaldið fyri seinastu ferð.
Eins og flestu oyggjabúgvarnir, so hevði eisini Neil Ferguson fingið tilboð at arbeiða hjá Forestry Commission sum skógarbeiðari. Hann hevði ongantíð í lívinum sæð eitt træ vaksa, tí tey funnust ikki á St. Kilda; men hann hevði játtað at fara til Tulliallan góðsið, og hann var enn ikki greiður um, hvar í Skotlandi tað var. Hann hevði fyri nøkrum døgum síðani spurt onkran úr oynni, um hann visti. Onkur helt, at tað var í nánd av Fife. Tá hann hugdi aftur á tómu bygdina, so helt hann, “hetta er eins og at standa á einum gravarbakka.” Hann læt hurðina aftur á húsum sínum. Eins og hjá hinum á oynni, so bar ikki til at læsa. Í einum samfelagi, har øll kendust, so hevði bert verið neyðugt at latið hurðina aftur fyri vindi og regni.
Tað var sum á gólvinum at sigla inn á meginlandið. So leingi St. Kilda sást, stóðu oyggjabúgvarnir í tøgn afturi á hekkuni. Tá Harebell stevndi út úr Village Bay, sóust fyrstu tekini til kenslur. “Tað var rættiliga trist,” sigur Flora Gillies, sum tá var ein tíggju ára gomul skúlagenta, “at síggja skorsteinarnar og vita, at vit ongantíð foru at koma aftur hagar.”
Umborð fingu fólkini laks, búff, breyð og smør. Tað kostaði flotanum 2£, tveir shillingar og 6 pensar at geva teimum eitt máltíð – pengar, sum teir beinanvegin kravdu aftur frá Scottish Office. Meðan tey sótu við góðum matarlysti og ótu, fór George Henderson frá Heilsustýrinum niður undir og sendi eitt fjarrit til Tom Johnston, sum var og helt vikuskifti á landstaðnum, Monteviot, í Kirkintilloch. “Fráflytingin framd uttan trupulleikar,” skrivaði Henderson. “Fóru av oynni í morgun kl. 8.”
Har var eitt eftir hjá Henderson at gera. Tað var enn ikki avgjørt, hvør skuldi skriva undir rokningina fyri flytingina. Tí var ættarfaðirin fyri hvørja familju noyddur at skriva undir eina kunngerð, vitnað av dr. Alexander Shearer frá Home and Health Department og av einum umboðsmanni fyri Inverness amt. Við undirskrift váttaðu oyggjabúgvarnir at endurgjalda Department of Health ta upphædd, sum teir høvdu lagt út fyri flutning. Einasta trygdin var, at upphæddin ikki skuldi fara upp um ta upphædd, sum Department of Agriculture skyldaði oyggjabúgvunum fyri seyðin, teir høvdu móttikið. Soleiðis høvdu myndugleikarnir tryggjað sær eftir ráðum frá fíggjarmálaráðnum, at teir ikki høvdu brúkt pengar frá bretsku skattgjaldarunum til hesa atgerð.
Kenslurnar hjá hesum lítla fylgi um borð á Harebell vóru blandaðar. Summi fóru glað av oynni. Norman Mackinnon, ættarfaðir at níggju, var millum teirra, sum fegin vildi av oynni. Veturin undan vóru Mackinnon fólkini næstan deyð í hungri, so hann hevði sagt sjúkrasystrini frá, at hann ætlaði at flyta familjuna av oynni í summar, líkamikið hvat hinir á St Kilda ætlaðu. Við hesi avgerð hevði hann noytt hinar at senda eina umbøn til myndugleikarnar um fráflyting av øllum oyggjabúgvunum. Stuðul hevði hann fingið frá yngru fólkunum á oynni, tí tey eins og Mackinnon vóru troytt av harða lívinum á Hirta.
Fyri sjúkrasystrina Willamina Barclay var 29. august ein lítil sigur. Hon hevði verið ein av undangongufólkunum fyri fráflyting og hevði stríðst í tríggjar mánaðir sum umboð fyri Health of Department. Tá skipið stevndi inn móti Lochline, var hennara størsta frøi at kunna gleða seg um, at nú høvdu børnini úr Village Bay endiliga eina framtíð í lívinum. Fyri sítt arbeiði fekk hon seinni viðurkenningina CBE (Commander of the British Empire).
Tað var tyngst fyri tey eldru at fara. Mong teirra høvdu aldrin verið av oynni og dugdu ikki at tosa enskt. Commander Pomfred minnist, at tey vóru tey einastu, sum vístu kenslur, tá tey fóru frá einum livihátti, sum var tann einasti, tey skiltu. “Einki hendi, fyrr enn tey fóru av Harebell og endin var rokkin – nú máttu tey fara. Tá grótu eitt ella tvey av teimum.” Eitt av tættast knýttu samfeløgunum í bretska ríkinum varð syndrað, tá sjóverjuskipið Harebell legði at í Lochaline. Stýrið hevði ikki funnið innivist fyri teimum 36 oyggjabúgvunum í Argyll, so nøkur høvdu funnið sær bústað aðrastaðni í Skotlandi. Har vóru ikki nógv orð søgd, men Finlay Gillies hoyrdist mutla á geliskum, “Gud fer at hjálpa okkum.” Endiliga vendi Finley McQueen, tá í trýssunum, sær móti unga Neil Gillies, sum var á veg til Glasgow og segði, “Mátti Gud fyrigivið teimum, sum hava ført okkum burtur av St. Kilda.”
Dagin eftir stóð at lesa í bløðunum um hendingarnar. Við stórum, feitum bókstavum stóð í einum blað: “FRÁFLYTING AV ST. KILDA! OYGGJABÚGVAR FLYTA HEIMANÍFRÁ UTTAN TÁR.” Fyri nógv teirra, sum skrivaðu og lósu morgunbløðini 30. august, var fráflytingin av St. Kilda ein sigur fyri samfelagið. Tann sosiali ójavni millum teirra úti í Atlantshavinum, sum hevði verið ein høvuðpína fyri samfelagið og ein forðing fyri framstigi á oynni í mun til teirra, sum vóru farin fram aðrastaðni í Skotlandi, var nú endiliga burtur.




