Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnuøki

Lesarabræv

Tey seinastu mongu árini hevur mangul verið upp á vinnuøkir her í Klaksvík. Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki, men ein trupulleiki, sum hevur verið langa tíð.

Vit hava sæð, at vinnuøkir eru sett av, men tey verða síðani brúkt til okkurt heilt annað enn, hvat tey vóru ætlað til. Hetta mugu vit gera nakað við. Ein trupulleiki hjá fleiri vinnurekandi her í Klaksvík – serliga teimum sum reka eina smærri fyritøku – er hølistrupulleikar. Tey mangla eitt gott høli, har tey kunna búðleikast. Um vit fara ein túr runt í býnum, so síggja vit fleiri smáar fyritøkur, sum leiga sær hølir á onkrum tilvildarligum staði. Um allar hesar smáu fyritøkurnar blivu samlaðar á einum stað, kundi hetta blivið til eitt sokallað “kraftsentur” fyri hesar fyritøkur.

Kommunan eigur at fara at kanna møguleikarnar fyri at útvega vinnuøkir úteftir Oyravegnum. Har eru nógv sera góð stykkir til endamalið, og tað skal ikki nógv gerast aðrenn hesi stykkir eru byggiklár

Hetta fer heilt sikkurt at geva fleiri fólkum, sum hava ein íverksetara í búkinum, hugin til at royna seg, tí ofta er trupulleikin hjá teimum, at tey ongi hølir hava at fara í. Vit í klaksvík eiga nógv góð vinnulívsfólk, og eg eri vísur í, at vit eiga enn fleiri, sum sita klár til at taka av møguleikanum. Hví skulu vit sum kommuna ikki gera alt tað, sum vit kunnu, fyri at betra um viðurskiftini hjá teimum!?

Vinnan er jú tað, sum heldur samfelagnum uppi, og tí er tað okkara skylda sum kommuna at taka okkum væl av teimum, sum longu eru vinnurekandi her í býnum, og stuðla upp undir tey, sum hava hug til at royna seg.

Hallstein E. Jacobsen

Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu